Johan í eldin í kvøld

Johan B. Hansen verður einsamallur føroyingur á vøllinum í kvøld, tá ið fyrru hálvfinalurnar í donsku steypakappingini eru á skránni

Kristi Himmalferðardag er steypafinalan á skránni í donskum fótbólti. Soleiðis hevur tað verið í 50 ár, og soleiðis verður tað eisini í ár. Enn er ikki greitt, hvørji tey bæði feløgini fara at verða, sum skulu stríðast um steypasigurin, men í kvøld fer ivaleyst góð ábending at fáast.
Fyrru dystirnir í hálvfinaluni eru á skránni í kvøld. Feløgini hjá tveimum føroyskum útisetum eru partur av hálvfinaluni, men tað verður bara annar teirra, sum verður á vøllinum. Tað er verjuspælarin hjá Horsens, Johan Byrial Hansen.
Horsens er einsamalt úr næstbestu deildini millum trý feløg úr superliguni. Tað eru tey trý feløgini, sum í løtuni eru á trimum teimum ovastu plássunum í landskappingini. Í kvøld skulu Johan og Horsens spæla á heimavølli móti FC Midtjylland, sum er nummar tvey í superliguni, og sum leygardagin vann 1-0 á oddaliðnum í Brøndby.
Í hinari hálvfinaluni hittast grannarnir og risarnir í donskum fótbólti, Brøndby og FCK. Todi Jónsson er heldur ikki hesa ferð millum teir útvaldu hjá FCK. Hesar næstu dagarnar skulu Brøndby og FCK hittast tríggjar ferðir. Í kvøld verður fyrra steypauppgerðin í Brøndby. Sunnudagin tørna liðini saman í Parkini í landskappingini. Áhugin fyri tí dystinum er so mikið stórur, at tað verður roknað við at hvør stólur og krakkur í Parkini verður upptikin. 20. apríl er seinna umfarið í hálvfinaluni í steypakappingin á skránni.
Í landskappingini hevur Brøndby bara fingið tvey stig í trimum teimum fyrstu umførunum. Brøndby venjarin, Michael Laudrup, fjalir á ongan hátt, at hann gongur hægri upp í landskappingina, enn hann gongur upp í steypakappingina. Men tað er eingin ivi um, at tað eisini í kvøld fer at verða, sum danir plaga at siga, gået til vaflerne. Tá ið FCK spælararnir síggja gula og bláa Brøndby búnan, og tá ið Brøndby spælararnir síggja hvíta ella svarta FCK búnan, er tað sum at rætta hundi brand.