Hanneman er vágbingur. Foreldur hansara vóru Borghild fødd Christiansen og ættað úr Havnini og Johannes Müller úr Vági.
Hanneman var eitt ár til skips, áðrenn hann fór á Nørre Nissum Seminarium, har hann tók prógv í 1968. Síðani hevur hann verið lærari við skúlan í Vági. Skúlaárið 1988-89 var hann á ársskeiðið á DHL ella Danmarks Lærerhøjskole í eingilskum og alis- og evnafrøði.
Ítrótt hevur Hanneman altíð havt stóran áhuga fyri, og tað hevur ligið væl fyri hjá honum í fótbólti. Hann fór at spæla við dreingjaliðnum hjá VB í 1960. Fyrrapartin av seksti árunum var VB ikki við í meistaradeildini. Hanneman var á VB liðnum sum í 1964 var føroyameistari í meðaldeildini.
Hanneman var við, tá ið VB aftur bjóðaði seg fram í bestu deildini. Meðan hann lærdi í Danmark, hjálpti hann barndómsfelagnum í summarfrítíðunum, og tað varð altíð mettur sum serligur styrkur fyri VB liðið, tá ið Hanneman kom heim.
Hanneman helt fram at spæla við VB langt upp í sjeyti árini. Hann var miðvallari, og hann hevði góðan bóltførleika, og hann hevði gott máltev. Fyri Hanneman og hansara ættarlið í VB er serliga minnið, tá ið teir í 1974 bæði vunnu kappingina um Ísafjarðarsúluna og Felagssteypakappingina, sum bara var hetta eina árið.
Tvær ferðir vóru landsboð eftir Hanneman. Hann varð skiftur inn í landsdystunum á útivølli móti Orknoyggjunum og Hetlandi í 1970.
Hanneman giftist 15. februar í 1969 við Connie fødd Jacobsen og ættað úr Vági. Tey eiga ein son, Jan Allan, sum eisini er kendur frá fótbóltinum, og sum nú er vinnulívsmaður í Danmark.