Johan og tónleikur

Johan Norðfoss hevur eisini roynt seg við tónleiki. Hendan partin av lívinum greiðir hann frá í hesum seinasta parti av hesi røð

Tað fyrsta, eg kann siga um tónleik, er, at tey í Horni áttu eina grammofon. Hetta var ikki í hvørjum húsi. Hetta var ein við hesum veldigu traktunum, og grammofonin skuldi vindast við hond. Fyrsta plátan eg minnist er Bjørneborgenes March. Tann grammofonin gekk dúgliga.

Tað var nógvur sangur í Horni. Tá tað vóru samkomur av ymisk­um slag, var hetta niðri í mjøl­stovuni hjá abbabeiggja Andreas í Horni í Bøgøtu.

Undirhaldið var mest sangur, og hetta var eitt gott umhvørvi, sum eg eri vaksin upp í. Hetta ávirkaði meg eitt sindur.

 

Skóti hjá Rubekk

Eg gjørdist skóti, tá ið eg var 12 ár. Hetta var nakað teir kallaðu hvítblusarar, sum var ein partur FDF, Frivilligt Drenge Forbund. Tað var Rubekk Rubeksen, Rubekk á Trónda, sum hevði tað um hendur. Hetta var sera stuttligt. Rubekk dugdi væl at fáast við ungdómin. Við mínum royndum virðismeti eg alt, sum hevur við skótaarbeiði at gera. Her var nógv at læra. Tað eru ikki øll, sum duga at binda ein knút, men tað duga skótar.

Vit lærdu nógv, til dømis við morsing og signalisering. Og so vóru tað hesar stuttligu søgurnar frá Rubekk. At tær ikki altíð passaðu heilt hevði minni at siga.

Tey, sum høvdu okkum hvít­blus­arar, vóru Fía Wardum og Mia hjá Trond. Tær vóru gentuskótar og gjørdu eitt stórt arbeiði. Tá var ivi um, hvør var tann rætti tjóðsangurin, Tú alfagra land mítt ella Eg oyggjar veit. Sum eina diplomatiska loysn sungu vit í staðin Sjá tú blánar, flaggsangin.

 

Fór at spæla horn

Tá fór eg at spæla horn. FDF-arnir gjørdu eitt hornorkestur. Tað var Kisan, Kristian Guttesen, sum stóð fyri tí. Eg spældi 2. koronet. Hetta var mest heilt lættur tónleikur, sum “Dengang jeg drog afsted” og tílíkt. So datt hetta niður fyri. Tað var ikki so stór manning tøk tá. Tað vóru fýra orkestur í Havnini tá. Tað var GHM, Havnar Hornorkestur, FDF og Frelsunarherurin. Olivant hevði verið undan míni tíð. Eg fór so í Frelsunarherin og spældi har í eini trý ár. Tað var nakað av vinarligari kapping millum hesi orkestrini. Teir, sum spældu í GHM og Havnar Hornorkestur, kundu viðhvørt fyrstu tíðina fara millum orkestrini. Men sum frá leið blivu tað teir føstu í hvørjum orkestri.

 

Ferð til Noregs

Eg eri vist fyrsti maður, sum er far­­in av landi­­num og havi spælt hetta trekk­basun instrument. Diri­­gentur var Thomas Pauli Christian­sen. Hetta var eitt stórt orkestur. Vit vóru úti við 20 fólk. Vit spældi enskan Frels­un­ar­­­­hertónleik. Vit spældu úti á jólum og páskum. Tá vóru vit gjarna uppi á Sanatoriinum og úti á Hospitalinum. Teir vóru eisimi á Vaglinum hvønn einasta sunnudag kl. 5, um tað viðraði. Tað var ein góður aldur 14 ár, og tá helt man alt bera til.

Vit vóru ein túr í Noregi. Tá spældi eg trekkbasun. Fyrsti mað­ur at spæla trekkbasun var Ove Karlsen, sum búsettist í Canada.

Vit vóru 14 dagar í Noregi, og tann túrurin eydnaðist sera væl. Tað var summarferia, tí hittu vit bert einum norskum orkestri. Hetta var í Flekkefjord. Tað var eitt sera gott kvøld. Vit marsjer­aðu tvey orkestur. Teir eldru menninir, sum vóru við, vóru Addaba, Gynne Jóannes og Óla Jákup í Leynum. Teir høvdu ábyrgdina av okkum. Leivur Christiansen var solo koronettspælari. Hann var bara 13 ár. Ludvig í Brekku var 14 ár, og hann spældi efonium. Teir stóðu ikki aftanfyri nakran, sum vit hoyrdu spæla tá í tíðini.

Tað var eitt sindur keðiligt, at hetta orkestrið fór í tvey. Kalli tók sær av tí hjá Frelsunarherinum. Hann gjørdi eitt stórt arbeiði, og hetta ber frukt tann dag í dag. Hinum orkestrinum, sum kallaðst X-orkestrið tók Tummas Pauli Christiansen sær av. Har kom eg so at spæla trekkbasun eisini. Vit keyptu horn úr Englandi, besson. Hetta vóru silvurhorn. Eg havi framvegis mína trekkbasun. Hon kostaði 270 krónur. X-orkestrið gjørdist gott, og vit spældu eisini andaligan tónleik til kristilig møtir á Vaglinum.

Vit spældu eisini á teimum útferðum, sum vóru tá. Hetta var ofta við Smirli til Suðuroyar saman við fótbóltsspælarum. Fóru eisini til Klaksvíkar og vestanfyri. Hetta var eisini gjørt fyri at gjalda hesi hornini aftur. Orkestrið fekk kr. 50 fyri túrin.

X-orkestrið helt á nakað inn í kríggið, men so gleið tað spaku­liga inn í Havnar Horn­orkestur. Tað var jú lættari at halda saman uppá ungfólk í 13-14 ára aldri enn seinni. Tað var eisini tað, sum hendi her.

Kisan var fyrsti dirigentur og síðan Tummas Pauli Christiansen. Í 1950 fór eg úr Havnar Horn­orkest­ur. Tað var ein stuttlig tíð at spæla horn. Eg minnist, at Havnar Hornorkestur spældi nógv til fótbóltskampir. Tað var ikki so nógvur fótbóltur tá, men tað var serliga móti Tvørámonnum. Og vunnu havnarmenn, var altíð spælt eyka og tað við plymm í.

Vit spældu eisini á Grækaris­messu. Tað vóru skótarnir og Havn­ar Hornorkestur, sum skip­aðu fyri tí, og hetta er framvegis. Tað sama var við flaggdegnum. Eg kann ikki siga so nógv um GHM, sum slakkaði eitt sindur av tá.

Guitarspæl var nærum ikki til tá. Guitari var tók brúktur eitt sindur í Frelsunarherinum.

Á sangsíðuni var tað Waag­stein, sum gekk á odda. Tá ið eg gekk í skúla, gjørdi hann eitt stórt arbeiði fyri, at hvørt barn skuldi læra at syngja. Tá hann gavst, var tað Gunnar Mikkelsen, sum tók sær av tí.

So vóru tað teir í Rættará. Har vóru so nógvir dreingir. Ein var Verland Johansen. Ein annar var Stig Rasmussen. Hann var altíð træblásari. GHM hevði eisini klarinettir. Teir spældu gjarna danskan ella týskan musikk. Uppundir kríggið var tað mest marsjtónleikur. Ein, sum gekk aftur, var Alte kammeraten. Men hann líka sum doyði burtur, tá ið bretarnir komu.

 

 

 

 

 

Næstu ferð

Í juli verða Tróndardagar í Gøtu. Vit fara í nøkrum bløðum at hava frásøgn um grannalagið hjá

Tróndi í Gøtu