Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg Håndbold fingu sum væntað ein ov stóran bita at gloypa, tá ið teir í kvøld vóru á vitjan hjá einum av fremru liðunum í deildini, Team Tvis Holstebro. Team Tvis Holstebro vann dystin 31-23 eftir at hava verið á odda 17-11 í hálvleikssteðginum.
Føroyski høgri vongurin stóð fyri tveimum av málunum og er nú komin upp á 20 mál í teimum níggju landskappingardystunum, ið spældir eru. Nýggi kappingarneyti hansara, Mads-Peter Lønborg, slapp at royna seg 10 minuttir fyri leiklok, men hóast nakrar skotroyndir, so eydnaðist tað honum ikki at fáa mál.
Skanderborg Håndbold er eftir tapið í kvøld framvegis at finna í botnstríðnum í fremstu donsku deildini, har teir eru eitt stig frá niðurflytingarplássinum og hava fimm stig upp til at sleppa undan upp- og niðurflytingardystum. Næsta uppgáva verður mikukvøldið í næstu viku á útivølli ímóti Aalborg Håndbold.