Jóhan Petur skiftir felag

Føroyski landsliðsspælarin í flogbólti, Jóhan Petur á Stongum, sum spælir libero, fer komandi kappingarár at spæla við nýggjasta felagnum í donskum mansflogbólti, Randers Novo Volley.

Hetta felag byggir á tað, sum áðrenn var Spentrup Volley og sum vann bronsu síðsta kappingarár.

Ætlanirnar við felagnum eru stórar, tí fólkini aftan fyri Randers Novo Volley ætla, at hetta skal vera landsins størsta flogbóltsfelag innan fá ár.

Ein brikkur í hesum spæli er 28 ára gamli sørvingurin, sum bara er ein av fleiri spælarum, ið eru knýttir at Randers Novo Volley undan komandi kappingarári.

Nýggja felagið hevur nógv rós at bera honum og sigur, at hann er ein øgiliga dugnaligur verjuspælari, umframt at hann er ein góður liðspælari og passar væl til ætlanirnar hjá Randers Novo Volley.

Jóhan Petur á Stongum hevur síðstu árini spælt við HIK Aalborg í bestu donsku deildini, umframt at hann er ein av teimum royndastu á føroyska manslandsliðnum við 67 dystum.