Johan vann á Degi og Viku

Tað var skeivt av Facebook at sletta filmsbrot av síðuni hjá Johan í Kollafirði

 

Fyri seks mánaðum síðani varð Johan í Kollafirði kærdur fyri at bróta upphavsrættin, tá hann legði brot úr Degi og Viku á Facebook og Youtube, og brotið varð strikað. Men nú er avgerð tikin: Tað var í lagi, at Johan legði brotið við sær sjálvum úr Degi og Viku á Facabook hjá sær.

 

– Eg bleyv meldaður fyri 6 mánaðum síðani, fyri at bróta copyright, og tað fantastiska innslagið í Dagur&Vika, sum Rógvi Rasmussen gjørdi av mær í Fámara, bleiv strikað av Facebook og Youtube, og eg bleiv eisini hóttur um, at hvis eg helt áfram at bróta copyright hjá Kvf, so fór Youtube at sletta allar mínar 40 filmar..

 

– Eg havi so argumenterað við youtube, (m. a. hvør brúkar meira copyright hjá hvørjum: Spæli eg meira kvf-ting, ella spælir kvf meira Johan í Kollafirði ting) og í dag fekk eg dóm: Fullstendiga Fríkendur.

 

– Youtube orsakar fyri at hava fjernað innslagið og hevur sett tað á aftur listan, sigur Johan í Kollafirði.

 

Hann sigur, at nú er innslagið gott nokk ikki aktuelt longur.

 

– Men her er tað so, video sum eg eri MEGA stoltur av, við donskun undirtekstum til mín sakførara og allar turistarnar sum vóru í Fámara 2010-2013.

 

Brotið sæst við at trýsta á pílin á myndini.