Johannes Jensen formaður í Visit Faroe Islands

Guðrið Højgaard, sum hevur verið stjóri á Ferðaráðnum, síðani Ferðaráðið varð endurstovnað, heldur fram sum stjóri fyri nýggja partafelagið.

Guðrið Højgaard, sum hevur verið stjóri á Ferðaráðnum, síðani Ferðaráðið varð endurstovnað, heldur fram sum stjóri fyri nýggja partafelagið.

 

Nevndin, sum telur 8 limir, verður sett soleiðis saman fyrstu setuna:

 

Johannes Jensen, stjóri á Gist og Vist (tilnevndur sum formaður av landsstýrismanninum)

 

Jørgen Holme, stjóri á Atlantic Airways

 

Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line

 

Oddbjørg Højgaard, stjóri á Hotel Hafnia (tilnevnd av Ferðavinnufelagnum)

 

Áki Leitisstein Hansen, trivnaðar- og ferðavinnumennari í Eiðis Kommunu (tilnevndur av Kommunufelagnum)

 

Ingibjørg Berg, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu (tilnevnd av Tórshavnar Kommunu)

 

Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum (tilnevnd av landsstýrismanninum, umboðandi mentanina í Føroyum)

 

Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi í Vinnumálaráðnum (tilnevndur av landsstýrismanninum sum umboð fyri Føroya Landsstýri)

 

Grannskoðanin av P/F Visit Faroe Islands varð send í alment útboð, og var tað SPEKT, umboðað av Finnbjørn Zachariasen, sum vann útboðið.