John Aldridge gevur Torres av grovfíluni

Seinastu árini hevur Fernando Torres verið tann næstmest dámdi spælarin hjá Liverpool-fjepparum, aftaná Steven Gerrard.

 

Men nú er vent fullkomuliga í holuni. Frá at verða nevndur ?El Ninjo? verður Fernando Torres nevndur alt møguligt, sum ikki kann skrivast á prenti ella á netinum.

 

Gamla Liverpool-hetjan, John Aldridge sum í sínari tíð skoraði 63 mál í 103 dystum fyri Liverpool er ovurbersøgin um skiftið hjá Fernando Torres til Chelsea: - Fernando Torres er falskur. Hann er ein svikari, sum hevur spýtt allar Liverpool-fjepparnar - sum forgudaðu hann - beint í andlitið.

 

Aldridge, sum er 52 ár nevnir Fernando Torres ein leiguhermann, sum bara er farin eftir einum stórum fíggjarligum vinningi.

 

John Aldridge setir eisini eitt stórt spurnartekin, um ein yvirhøvur kann líta á tað, sum Fernando Torres sigur: - Í síni bók skrivar Torres um hvussu nógv tað hevði at siga fyri hann at verða Liverpool-spælari. Torres tosaði um ta stoltu søguna hjá Liverpool, og um hvussu nógv hann elskaði býin. Nú vita vit av sonnum, at Torres ikki meinti eitt orð av tí, sum hann skrivaði, staðfestir John Aldrigde. - Fimm ára gamli abbasonurin hjá mær noktaði at fara í eina Torres-troyggju farna vikuskiftið. Sjálvt hann vamlast, staðfestir tann hvassi pennnurin.

 

Torres kann fegnast um, at Chelsea hevur heimadyst ímóti Liverpool sunnudagin. Men hann kann fyrireika seg uppá, at hann fær av at vita frá áskoðaraplássunum á Anfield, tá hann skal spæla fyri Chelsea ímóti Liverpool á Anfield.