John Arni gjørdi bart

Føroyingar vórðu at kalla einaráðandi í 2nd Suðuroy International. Føroya sterkasti telvari vann kappingina, meðan aðrir føroyingar tóku sær av hinum medaljuplássunum

Altjóða talvkappingin í Vági er av, og eins og í fjør varð vinnarin úr Føroyum. Í ár varð telvað í Vági, og kappingin er sostatt vorðin ein fastur táttur á Jóansøku.
Útlendsku telvararnir lótu sera væl at umstøðunum, og veðrið var flestu dagarnar tíbetur eisini við teimum í Vági.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Oddamaðurin steðgaður
Eftir seks umfør vóru tað mong, ið spáddu, at Hans Kristian Simonsen fór at endurvinna Suðuroy International. Hann telvaði sannførandi og var á odda við 4,5 stigum. Men seinasti triðingurin varð honum ein dyggur smeitur, tí hann tapti nevniliga øll síni seinastu trý talv og endaði á 7. plássi. Hans Kristian hevði tó kortini sum heild eina góða kapping og vinnur sær fitt av rating.
Tá John Arni Nilssen tapti ímóti Helga Dam Ziska í 6. umfari, vóru tað fá sum væntaðu, at John Arni fór at enda ovastur, tá avtornaði. Men sterki skopuningurin gjørdi bart og vann sannførandi síni seinastu trý talv. Serliga talvið ímóti Hans Kristiani í seinasta umfari (Talvið hesa vikuna) varð væl úr hondum greitt. John Arni fekk 6,5 stig.
John Arni hevur seinastu mongu árini ment seg nógv. Hann er júst kosin altjóða meistari og telvar eins væl sum fleiri stórmeistarar. Í Føroyum hevur tó aldrin gingið heilt eftir vild hjá honum. John Arni hevur nevniliga onga kapping vunnið í Føroyum í fleiri ár. Tak meg ikki í tí, men seinasti kappingarsigur í Føroyum hjá John Arna var helst afturi í 1992, tá hann vann 1. bólk í FM fyri einstaklingar í Runavík.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Føroyingar taka seg fram
Í hølunum á John Arna kom Rødgaard á 2. plássi við 6,0 stigum, meðan Helgi vann sær 3. plássið. Sum John Rødgaard beinrakin segði í ítróttarsendingini 3-2, var slíkur føroyskur dominansur fullkomiliga óhugsandi fyri fáum árum síðani.
Miðvíst ungdómsarbeiði og fleiri afturvendandi altjóða kappingar síðani fyrst í øldini, hava skumpað føroyska telving á eitt relativt rættiliga høgt støði.
2<SUP$?$end$!$nd</SUP$?$end$!$ Suðuroy International var ein stór succes, hóast ongan norm. Føroyingar tóku toppplássini, umframt at Hans Kristian allatíð lá í oddinum. Fýra føroyingar høvdu møguleikar at vinna kappingina. <BR>51 ára gamli John Rødgaard mannaði seg av álvara upp seinastu umførini við góðari telving, og eitt flott 2. pláss. Rødgaard telvar sum ein sterkur altjóða meistari. Aldur er eingin forðing.
Donsku altjóða meistararnir, Bjørn Brinck-Claussen og Simon Bekker-Jensen, vóru somuleiðis allatíð við í oddastríðnum. Teir fingu eins og Helgi 5,5 stig.
Áðrenn seinasta umfar var Helgi fremstur saman við John Arna og Rødgaard, men tapið ímóti Bekker-Jensen forðaði fyri einum optimalum endaspurti. Helgi hevði framanundan vunnið trý talv á rað.
Tvøroyramaðurin Sjúrður Thorsteinsson hevði eina torføra kapping. Men eins og allir hinir heimamenninir, so vann hann sær nakað av rating, og tískil vórðu hansara 1,5 stig á góðari leið.
Enn ein succes í Suðuroy, og vónandi verður 3rd Suðuroy International á Tvøroyri í 2007 veruleiki.