Talv
Føroyingar gera alsamt meira um seg í donskum talvhøpi og útlendskum høpi sum heild. Hetta er sjálvsagt gleðiligt og ikki eigur hesin stimin at steðga. Útlit eru bert fyri at hann betrast enn meir.
Í Holbæk hava fýra føroyingar telvað manniliga á teimum 64 puntunum. Tað gekk sera gott hjá okkara monnum. John Arni Nilssen skaraði framúr og ognaði sær deilt triðja pláss. Hann hevði ikki eitt gott FM í Vestmanna, men fyri góðum mánaða síðani vann hann suvirent eina vikuskiftiskapping, og nú otaði hann seg heilt fram í oddan í sterku Tage Sørensen Memorial. John Arni hevði miðalsterka mótstøðu øll talvini, tað vil siga teir flestu lógu um 2200-2400 í rating, meðan hann sjálvur hevur 2345 í altjóða rating.
Flóvin sum hevði eina óhepna kapping herfyri í Svøriki, reistist sanniliga aftur í Holbæk. Hann hevur rættan stríðsvilja, og megnaði hann at leggja ringu kappingina í Svøriki væl aftur um bak. Hann fekk hálvt stig minni enn John Arni og endaði á deildum sætta plássi, saman við eitt nú altjóða meistara, takkað verið sterkum endaspurti. Hann vann sostatt at kalla alla ratingina hann misti Svøriki aftur.
Brøðurnir Martin og Hanus Brekká høvdu eisini góða kapping. Serliga Martin, sjálvt um hann endaði beint aftanfyri yngra bróðurin. Martin hevði nevnliga sera sterka mótstøðu nærum øll talvini, og helt eisini sína seeding. 32 luttakarar vóru í kappingini
Vinnari bleiv sviin IM Emil Hermansson, sum tó ikki megnaði at koppa Flóvini í níggjunda og seinasta umfarinum. Talvið er við í blaðnum í dag.
Endaliga støðan:
1. IM Hermansson 7,0 stig
2. IM Eriksson 6,5
3. John A. Nilssen 6,0
6. Flóvin T. Næs 5,5
21. Hanus Brekká 4,0
25. Martin Brekká 3,5
Heimsmeistarajavnleikur
Í Týsklandi hevur forkunnugur kviktalvsdystur verið. Tað vóru nevnliga báðir heimsmeistarnir, HM Viswanathan Anand hjá Fide talvsamgonguni og HM Vladimir Kramnik hjá Braingames fyritakinum. Hetta er fyrstu ferð tílíkur dystur er millum tveir heimsmeistarar, men tá teir nú leiktu kviktalv telur hetta ikki sum ein rættur HM dystur. 25. minuttir høvdu teir hvør til talvið.
Eftir tígggjunda og seinasta talvinum stóð á jøvnum 5-5. Báðir høvdu vunnið hvør sítt talv og hini átta vóru allir javnleikir. Tað sigur okkum hvussu ómetaliga javnir hesir talvmeistarnir eru, tí so nógvir javnleikir í kviktalvi er óhoyrt. Neyðugt varð tí við snartalvsumdysti, og hendan vann Anand 1,5-0,5.
Anand og Kramnik luttaka báðir í krútsterku Dortmund kappingini saman við øðrum elitutelvarum. Kasparov verður tíverri ikki við í hesari SuperGM-kappingini sum byrjar 12. juli.
Snar FM 2001
Snarføroyameistarin verður funnin leygardagin 14. juli í Kommunuskúlaskálanum. Teir flestu av okkara talvútisetum eru tá heima á klettunum og væntandi verða nógvir luttakarir at síggja hendan leygardag. Verandi føroyameistarin eitur Finnbjørn Vang, sum vann sannførandi í fjør.
Nærri upplýsingar um kappingina vera at frætta í næstu viku.