KÍF-StÍF 21-33 (10-13)
Hondbóltur
Eftir at hann eina tíð hevur verið í dvala, hevur John Petersen nú aftur funnið skógvar og harpiks fram, og mikukvøldið var hann høvuðsmaðurin aftan fyri greiða StÍF sigurin á KÍF.
Vildi hava hvíld
Um orsøkina til, at hann nú er byraður við hondbóltinum aftur, sigur John, at tað hevur hann sum so alla tíðina ætla.
- Eg havi ætla mær nóg so leingi at fara í gongd aftur, men hinvegin vildi eg eisini hava nakað av hvíld, eftir eitt langt og strævið kappingarár, sigur hann. Flestum kunnugt telist John eisini millum fremstu fótbóltsleikarar okkara, og hevur hann tí spælt fótbólt í alt summar.
Spurningurin er so bert, hvussu leingi John fær hjálpt bygdafeløgum sínum. Venjingin í Íslandi, har hann spælir fótbólt, byrjar seinna partin av mars mánaði, men harumframt hevur fótbóltslandsliðið eisini sítt at síggja til í vár.
Avgjørdu í seinna
Um dystin sjálvan heldur John, at tað var í seinna hálvleiki, at hesin varð avgjørdur.
- Seinasta partin av fyrra hálvleiki fingu vit nøkur mál á rað, og beinanvegin í seinna runnu vit so frá teimum, sigur hann.
Annars tóktist John væl nøgdur um spælið hjá StÍF í dystinum. Ikki minst ta sannroynd, at sjálvsálitið nú aftur man vera á veg uppeftir, eftir at StÍF annars hevði tapt tveir dystir upp í slag.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Ilija Topic 7, Regin Petersen 3, Curica Tomic 3(1), Petur Martin Johansen 2, Kristjan Madsen 2, Petur Martin Poulsen 2, Suni Davisen 1, Vagnur Johannesen 1
StÍF: John Petersen 9(2), Leivur Justinussen 6, Kristian Petursson 6, Jón Rasmussen 3, Costin Dumitrescu 3(2), Marius Joensen 3, Alexandur Johansen 1, Artur Johansen 1, André Danielsen 1
Brotskøst: KÍF 1, StÍF 6
Útvísingar: KÍF 5, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hans Thomassen og Hanus Kúrberg