Fyrsta navnið á skránni hjá G! 2012 er amerikanski John Grant.
Grant átti sambært Mojo Magazine bestu útgávuna í 2010, sambært Q Magzine ta 6. bestu, sambært Uncut ta 7. bestu, og sambært Esquire var fyrsta fløga hansara, Queen of Denmark millum 4 tær bestu útgávurnar tað árið. Ummælarin hjá BBC skrivaði one of the most deeply satisfying debut albums of recent times.
Í summar kemur John Grant at framføra á G! Festival.
Jón Tyril, ið stendur fyri skránni á G!, hoyrdi fyrstu ferð John Grant í Íslandi í oktober.
- John Grant blásti meg um koll frá fyrsta tóna. Bara røddin var nóg mikið til at taka meg av fótum. Tað var sum hoyra Frank Sinatra, so gott tamarhald var á, og so góða fyllu hon hevði. Síðani beit eg merki í tekstirnar - tað hvassa og beiska skemtið, undirliggjandi øðin og blíða sorgin í sangunum, sum allir vóru djúpt sjálvbiografiskir. Alt hetta borið fram við vøkrum melodium og helst vakrastu tenorrøddini eg nakrantíð havi hoyrt, sigur Jón Tyril.
G! Festival fer næstu dagarnar at kunngera nøkur av nøvnunum, ið vera at hoyra í Gøtu í summar.