Mamma hansara, Ebba, var ættað úr Innistovu í Vági (Klaksvík), og pápin, Jákup Adrian Høj, var ættaður av Strondum. John vaks upp á Vágsheygnum, og har hevur hann búð mestsum alt sítt lív. Tó búði hann úti í Grótinum í nøkur ár eftir, at hann giftist við Fíu, dóttir Annu og Jógvan Isaksen.
John tók millumskúlaprógv í Klaksvík. Hann arbeiddi so í krambúðini á Stongunum og á skrivstovuni hjá Kjølbro í nøkur ár. Fyrst í fimmtiárunum fór hann at arbeiða á Klaksvíkar Hermetikk, vanliga nevnd Bollafabrikkin. Virkisleiðari har var týskarin Paul Lammers, og John fór við honum til Týsklands at læra hermetikk og haðani til Svøríkis at nema sær meira kunnleika. Heimafturkomin varð hann virkisleiðari á Bollafabrikkini. Umframt at hava útbúgving í hermetikkframleiðslu, hevði hann eisini keypt allar uppskriftirnar hjá Lammers. Í 1964-65 endaði hann sína útbúgving á Norges Hermetikfagskole í Stavanger.
Á Bollafabrikkini framleiddu tey ymiskar vørur: bollar og fiskakøku í blikkum, gaffilbitar, sild í tomat, fugl í soði, og tey arbeiddu eisini hummara. Hermetikkvirkið var eitt av teimum góðu arbeiðsplássunum í Klaksvík, millum annað tí at arbeiðið var so fjølbroytt frá einari árstíð til aðra.
Fyrst í 60-unum fór Kjølbro eins og aðrir í landinum at royna flakavinnu umframt framvegis at arbeiða saltfisk og klippfisk. Ein part av árinum varð flak skorið á Bollafabrikkini, til tað stóra flakavirkið á Kósini læt upp í 1966.
John varð settur sum virkisleiðari á flakavirkinum og var har til 1991, ta seinastu tíðina sum stjóri. Bollafabrikkin virkaði undir aðrari leiðslu í nøkur ár, men varð so latin aftur við alla.
Frá 1980 og nøkur ár fram var John eisini nevndarlimur í Pf. J.F. Kjølbro.
Kósavirkið var tað størsta í landinum, men John hevði eisini áhuga fyri landsins minsta flakavirki. Um ársskiftið 1973-74 keypti hann virkið í Árnafirði, og tað fór aftur undir flakaframleiðslu í august 1974. Virkið keypti í fyrstani mest smáa hýsu frá Kósavirkinum og spesialiseraði seg í at gera raspað hýsuflak, sum hevur roynst óføra væl og hevur fingist til keyps í handlinum fyri sera rímiligan prís. Tey seinnu árini hevur virkið keypt fisk á uppboðssølu.
Virkið í Árnafirði er bygt út fleiri ferðir, seinast í fjør. Tá varð frystiorkan munandi økt og nýggj skrivstova bygd. Arbeiðið á virkinum hevur verið rættiliga støðugt.
John og Fía eiga børnini Ebbu, Jógvan og Joan. Ommu- og abbabørnini eru 11 í tali og langommu- og langabbabørnini 2.
John og Fía hava havt sína trúligu gongd í Betesda. Tey sungu í kórinum, og John var eisini sunnudagskúlalærari í mong ár.