John heldur fram á Skála

Hetta váttar leiðslan í Skála fyri Dimmalætting í dag.

John gjørdist venjari, tá Skála gjørdist fyrsta felagið í Formula-deildini, sum segði venjara sín úr starvi.

Eftir hetta vendi gongdin hjá felagnum nakað, og seinastu nógvu umførini hevur niðurflytingarvandin ikki verið nakað, ið fólk á og kring Skála hava givið serliga nógvan ans.