John og Jákup í Fótbóltspanelinum á Rás2

John Petersen og Jákup á Borg verða gestir í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag klokkan 16

John Petersen og Jákup á Borg verða gestir í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag klokkan 16. Serliga høvið til, at júst John Petersen og Jákup á Borg eru gestir er, at Jákup á Borg farna sunnudagin tók metið hjá John Petersen sum mest skorandi spælarin í bestu deildini í Føroyum.

 

Hvat fyri mál hja John Petersen og Jákupi á Borg minnist tú best?

 

Tá Jákup á Borg skoraði til 2-0 móti TB, var tað samstundis hansara mál nummar 148 í bestu deildini. Tað er eitt fleiri enn John Petersen, sum átti metið frammanundan.

 

John og Jákup kennast væl frá tíðini í B36, tá teir millum annað vunnu meistaraheitið í 1997, sum tá var tað fyrsta í nógv ár hjá felagnum. Hesi árini vóru John og Jákup eitt tað vandamiklasta álopsparið í føroyskum fótbólti.

 

Jákup hevur eisini givið John Petersen stóra æru av metinum. Hetta vísti hann serliga við, at renna upp í B36 húsið og mussa John Petersen, tá hann hevði skorað mál nummar 148.

 

Í dag fara teir at meta um dystirnar í 7. umfari í Effo-deildini, umframt at teir fara at tosa um gamlar dagar og tey nógvu málini teir hava skotið.

 

Effo-deildin 7. umfar:

Leygardagin:

FC Suðuroy – HB (15.00)

NSÍ – AB (18.00)

 

Sunnudagin:

ÍF – B36 (15.00)

KÍ – EB/Streymur (15.00)

TB – Víkingur