John samdur við Høgna um at harta Anfinn

Stríð er í samgonguni um, hvør eigur æruna fyri, at flogvøllurin verður útbygdur. Eftir at Fólkaflokkurin sendi eitt tíðindaskriv út um vikuskiftið, har sagt verður, at uppskot verður lagt fyri Fólkatingið um útbyggingina eftir áheitan frá Anfinni Kallsberg, hava bæði Høgni Hoydal úr andstøðuni og John Johannessen úr samgonguni talað at.

- Eg taki onga æru frá løgmanni, men royni at skunda undir málið, sigur Anfinn Kallsberg

POLITIKKUR
 
 
 
 
 
Hvør skal skal hava heiðurin fyri, at flogvøllurin verður útbygdur og yvirtikin? Spurningurin varð reistur um vikuskiftið, og boðini eru fleiri.
Málið minti ikki sørt um sokallað spin, tá skrivarin hjá Fólkaflokkinum á Løgtingi, Regin W . Dalsgaard, sendi eitt tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, har hann m.a. vildi vera við, at “eftir áheitan frá Anfinn Kallsberg, fólkatingsmanni, verður uppskotið um útbygging av flogvøllinum í Vágum nú lagt fram á danska fólkatinginum, sambært avtalu ímillum løgmann og danska forsætismálaráðharran”.
Hetta vildi hin føroyski fólkatingsmaðurin, Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum, ikki hoyra talan um.
- Tað er harmiligt, at hatta verður gjørt til eitt persónsmál, tí Anfinn Kallsberg hevur einki við hatta at gera, sigur Høgni Hoydal um viðgerðina á Fólkatingi av flogvøllinum
- Vanliga verður hetta rópt at pynta seg við læntum fjaðrum, sigur Høgni Hoydal um tíðindaskrivið frá Fólkaflokkinum.
Høgni Hoydal sigur, at hann spurdi forsætismálaraharran um málið 3. oktober 2006. Harafturat setti hann ferðslumálaráðharranum, Flemming Hansen, ein skrivligan fyrispurning um málið 8. november í fjør.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Mistu 60-milliónagrunnin
 
Flemming Hansen segði m.a. í svari sínum, at málið fór at verða lagt fram seinast í desember 2006 ella fyrst í januar 2007, og sambært felagsyvirlýsing frá 27. juni í fjør avtalaðu forsætismálaráðharrin og løgmaður m.a., at útbyggingin av flogvøllinum, sum vórðu mettar til einar 365 milliónir krónur, skulu fíggjast við peningi úr 60-milliónagrunninum.
- Eg vænti heldur ikki, at løgmaður er serliga glaður fyri hatta, sigur Høgni Hoydal, nú hann metir, at Fólkaflokkurin roynir at fáa tað at síggja út, sum Anfinn Kallsberg hevur fingið framskundað hetta uppskotið.
- Tað er nógv áhugaverdari, at hatta verður goldið við okkara egnu pengum, og at tað nú er staðfest, at danir eiga 60-milliónagrunnin.
Høgni Hoydal vísir á, at danskir myndugleikar hava fingið staðfest ræðið á grunninum, hvørs eginogn er 700 mió. krónur, og sum Landsstýrið annars framman undan hevur mett var undir føroyskum ræði.
- Vit hava forerað grunnin fyri 350 mió. krónur, sigur Høgni Hoydal.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rangsnúgving
 
 
Eisini John Johannessen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, harmast um tíðindaskrivið frá Fólkaflokkinum. Í lesarabrævi, sum er prentað í Sosialinum í dag, sigur hann m.a.:
”Tíðindavirðið í propagandaskrivinum frá Anfinni Kallsberg er, at danska lógaruppskotið, sum verður grundarlag undir yvirtøkuni og útbyggingini, nú verður lagt fyri Fólkatingið. Men at hetta hendir eftir harraboðum frá Anfinni Kallsberg er rangsnúgving av grovasta slag.
Boðini úr Danmark hava leingi verið, at danska stjórnin fór at leggja málið fyri Fólkatingið í byrjanini av 2007. Tí er tað púra rætt, sum Høgni Hoydal sigur á Portalinum sunnukvøldið, at danir hava boðað frá, at málið fór at verða lagt fram antin í desember 2006 ella í byrjanini av 2007.
Fullur sannleiki er tað eisini, tá Høgni Hoydal í somu tíðindagrein á Portalinum ger vart við, at Anfinn Kallsberg pyntar seg við læntum fjaðrum og at hann onki hevur við málið at gera”.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tekur onga æru frá løgmanni
 
Anfinn Kallsberg vil tó ikki svara beinleiðis upp á spurningin, um tað er eftir áheitan frá honum, at Regin W. Dalsgaard hevur skrivað tíðindaskrivið um vikuskiftið.
- Hann hevur spurt seg fyri hjá mær, um nakað nýtt er hent í hesum málinum, og so hevur hann skrivað tað, sigur umboð Fólkafloksins á Fólkatingi.
Anfinn Kallsberg sigur, at seinkingar vóru í hesum málinum og ivamál var um, hvør danskur ráðharri skuldi umsita málið, og tað endaði hjá tí konservativa Bendt Bendtsen, búskaparráðharra.
- Eg fór eftir teimum, so tað ikki skuldi enda sum ein kastibløka millum donsk ministeriir, sigur Anfinn Kallsberg, sum leggur afturat, at hann metir ikki, at Høgni Hoydal hevur arbeitt fyri hesum málinum um flogvøllinum.
- Høgni hevur roynt at saboterað hetta málið, sigur Anfinn Kallsberg, ið ikki heldur seg royna at taka æruna frá løgmanni, eins og John Johannessen rør framundir.
- Eg taki onga æru frá løgmanni, men royni at skunda undir málið, tí tað er rætt, at løgmaður eigur málið, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann heldur, at tílík mál hava ta siðvenju, at tey kunnu taka drúgva tíð at viðgera.
- Tí er mítt endamál at skunda undir, sigur Anfinn Kallsberg.