John Terry hevur biðið um umbering fyri óneyðuga býtta reyða kortið, sum hann fekk í fyrra hálvleiki í seinnu hálvfinaluni í Champions League móti Barcelona.
Sjónbandamyndir vísa greitt, at Chelsea liðskiparin førir knæið í ryggin á Barcelona spælaranum, Alexis Sanchez. Í hálvleikinum segði John Terry umvegis ein tíðindamann hjá Sky Sports, at hann helt seg ikki hava gjørt so nógv gali, men bara vardi seg fyri Alexis Sanchez, ið bakkaði inn í hann.
Eftir dystin viðgekk John Terry, at tað sær ikki pent út á endurtøkunum og biður øll Chelsea viðhaldsfólkini um umbering.
- Tað sær ikki pent út á endurtøkunum. Eg lyfti mítt knæ óneyðugt, men vónandi vita tey fólkin, ið kenna meg væl, at eg ikki er ein leikari, ið skaðar aðrar leikarar við vilja, segði John Terry eftir dystin við Sky Sports.
Reyða kortið merkir, at John Terry saman við Ramires, Branislav Ivanovic og Raul Meireles hevur leikbann til finaluna, sum verður móti antin Real Madrid ella Bayern Munchen.
- Eg kenni á mær, at eg havi svikið mínar viðspælarar. Eg havi biðið teir um umbering og eg vil eisini biðja Chelsea viðhaldsfólkini um umbering fyri hendingina, segði John Terry.
Støðan var 1-0 til Barcelona, tá hendingin fór fram og lítla løtu seinni økti Barcelona til 2-0.
- Tá eg síggi hendingina á endurtøkuni, so sær tað út sum eitt reytt kort, segði ein bæði fegin og vónbrotin Chelsea liðskipari.
Tað eydnaðist nevniliga teimum tíggju Chelsea spælarunum at skora tvey mál og hála ein javnleik heim, sum var meir enn nokk at tryggja teimum annað finaluplássið.
Í morgin verður staðfest hvørjum Chelsea skal møta í finaluni.