John vil hava bóltin

Væl upplagdi B36 álopsmaðurin ger, sum venjarin sigur, men um hann sjálvur hevði sloppið at valt, so hevði hann verið miðvallari í morgin

FØROYAR?SKOTLAND

Eingin ivi er um, at tað vera Christian Høgni Jacobsen og John Petersen, sum fara at manna tveir teir fremstu sessirnar, tá fótbóltslandsliðið í morgin fyri triðju ferð skal spæla ímóti Skotlandi á Svangaskarði.
Sammett við undanfarnu undankappingarnar er talan um nýtt álopspar. Og talan er um tveir spælarar, sum hava dygdir, ið eru øðrvísi, enn tær vóru hjá teimum, sum áður hava verið fremstir á landsliðnum. John Petersen hevur onkra ferðina verið í fremstu røð saman við Toda Jónsson. Todi hevur spælt fleiri ferðir saman við Una Arge, og Kurt Mørkøre og Jan Allan Müller hava eisini verið í fremstu ódnunum.
Uni Arge og Kurt Mørkøre vóru tað, sum verður rópt boksspælarar. Styrkin hjá teimum var at vera í brotsteiginum og lúra eftir møguleikanum. Teir høvdu nógva skotstyrki, og teir vóru góðir við høvdinum.
Sammett við aðrar føroyskar spælarar er Todi Jónsson góður á øllum økjum. Men eyðkenni við spælinum hjá honum á landsliðnum hevur verið skjótleikin, bóltførleikin, styrkin í samanspælinum og so hevur hann eisini havt nøkur rimmar langskot. Dygdirnar hjá Jan Allan Müller vóru ein blanding av hinum, sum eru nevndir.

Boksspælarin burtur
Christian Høgni Jacobsen verður ivaleyst fremsti maður í morgin. Tá dygdirnar hjá honum skulu lýsast, er tað skjótt at staðfesta, at hann er ikki boksspælari av tí slagnum, sum Kurt Mørkøre og Uni Arge vóru tað. Kanska er hann mest átøkur Jan Allan Müller, um sammett verður við teir omanfyri nevndu. Hann hevur hug at taka lut í samanspælinum fram eftir vøllinum, og hann hevur eisini víst tev til røttu løtuna at vera á rætta staðnum. Tað vóru hesir eginleikarnir, sum bóru málið við sær, tá hann skoraði fyrra málið í 2?0 sigrinum í Luksemborg 24. mars í fjør.
John Petersen verður næstfremsti maðurin. Hann er ivaleyst tann føroyski spælarin í heimligu kappingini, sum er best fyri í løtuni. Hagtølini boða frá dygdunum hjá honum sum málskjútti, og hann er eisini ofta við í uppspælinum til málini, sum liðfelagarnir í B36 skora.
Um John Petersen í morgin verður næsti álopsmaðurin í 4?4?2 uppstilling, ella um hann verður roknaður sum fremsti miðvallarin í 4?5?1 uppstilling, hevur ikki so nógv at siga.
Men um John sjálvur hevði havt avgerðina, so hevði honum líkað best ikki at verið ov frammarlaga.
? Tað er ein heiður at sleppa upp í part ímillum teir fyrstu ellivu á landsliðnum. Venjarin ger av, hvør skal á liðið, og hvørjar uppgávur hvør einstakur skal røkja fyri at fáa tað besta burturúr heildini. Í B36 spæli eg í álopinum, og tað hevur gingið rímuliga væl í ár. Um venjarin sigur, at eg skal spæla í álopinum á landsliðnum, so geri eg sjálvandi tað. Men eg haldi, at tey frægastu avrikin hjá mær á landsliðnum hava verið, tá eg havi verið miðvallari. Mín spælistílur er soleiðis, at eg trívist best við at vera nógv við í spælinum og harvið at hava bóltkontakt. Tað eri eg í B36, sjálvt um eg eri í álopinum. Á landsliðnum er mótstøðan ofta størri, og tí er møguleikin hjá álopsspælarunum at vera við í uppbyggjandi spælinum ikki altíð tann sami, vísir John Petersen sera skilagott á, og tað er einki at ivast í, at Jógvan Martin Olsen, sum síðani í 1996 hevur verið hjálparvenjari á landsliðnum, og sum fylgir væl við í heimligu kappingini, veit, hvussu sum mest kann fáast burturúr John Petersen.
At tað fæst nógv burturúr B36 liðformanninum er rættuliga týdningarmikið. Hann er annar av toppskjúttunum í 1. deild, og góða gongdin hjá B36 nógvu tey seinastu umførini kemst ? umframt frá at Julian Johnsson er afturíaftur komin ? av, at John, eftir at hava verið eitt sindur frá toppinum eina tíð undan summarsteðginum, nú er aftur í rætta essinum.

Besta avrikið
Tá føroyingar fyri fýra árum síðani taptu 2?1 ímóti Skotlandi í Aberdeen, var tað John Petersen, sum skoraði málið. Bæði ta ferðina, og tá Skotland árið eftir var á Svangaskarði og tað endaði 1?1, vunnu føroyingar seinna hálvleik. Støðan í fyrra dystinum var 2?0 eftir 1. hálvleik, og á Svangaskarði var Skotland á odda 1?0.
? Avrikið hjá okkum í 2. hálvleiki í Skotlandi fyri fýra árum síðani er eitt tað besta, sum eg havi verið við til á landsliðnum. Vit vóru rættuliga læstir í 1. hálvleiki, men vit vóru óhepnir, tá teir skoraðu málini. Eg minnist, at tá teir skoraðu fyrru ferð vóru vit fleiri, sum steðgaðu á, tí tað vóru tveir bóltar á vøllinum, og vit roknaðu við, at dómarin fór at biðja teir taka innkastið í vinstru umaftur. Men eftir steðgin gekk spælið hjá okkum sera væl, og vit høvdu møguleika at skora útjavnandi málið, eftir at vit høvdu minkað um munin, minnist John Petersen.
Ta ferðina var John á sentrala miðvøllinum saman við Sámali Joensen og Juliani Johnsson. John javnaði til 1?1 fýra minuttir undan leikloki. Colin Hendry, sum ikki longur er á skotska landsliðnum, feldi Toda Jónsson, tá Todi ? í besta Paul Gasgoine stíli ? lyfti bóltin upp um stóra verjuspælaran.
Tá dómarin hevði bríklsað, tóktist tað sum um Julian Johnsson skuldi skjóta brotssparkið. Men tað var bara skemt! Meðan føroysku áskoðararnir kring vøllin og heima í Føroyum sótu sum á nálum, vóru føroysku spælararnir so mikið kaldir, at teir høvdu yvirskot til at arga. At Julian Johnsson fór eftir bóltinum, søgdu spælararnir aftaná bara var fyri at órógva Allan Simonsen, sum Julian og allir hinir vistu hevði størri álit á John Petersen sum brotssparksskjútta, enn hann hevði á Juliani Johnsson!