John William Joensen: Fyrsti føroyski tjóðskaparmaðurin, flokkur hansara og eg

Sambandsflokkurin hevur tyngstu ábyrgd nú vit standa fyri at gera broytingar í ríkisrættarligu støðuni og sami spurningur sum stovnarar flokksins settu sær fyri meira enn 100 árum síðan er aftur vorðin aktuellur - hvussu menna vit hetta landið á besta hátt - og tað liggur enn einaferð hjá Sambandsflokkinum at svara tjóðini

 

Fríðrikur Petersen  tók guðfrøðiligt embætisprógv í Keypmannahavn summarið 1880 og hesa tíðina hann var í Keypmannahavn var hann við til at leggja lunnar undir tjóðskaparmedvit hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn og við sínum nógv umhildu fosturlandsyrkingum  er hann meir enn nakar annar útnevndur at hava verið ein hin fyrsti føroyski tjóðskaparmaðurin. Tjóðskaparyrkingar sínar sendi hann heim til bróður sín sum var heimalærari í Kirkjubø og gjørdust har íblástur til Jóannes Patursson. Og tað var júst í Kirkjubø at Fríðrikur Petersen hevði sína fyrstu prædiku á Føroyskum í 1902  - næstan 50 ár áðrenn Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður. Í søgubók verður mett at hetta er óivað fyrst prædikan á føroyskum í landinum í heila tikið. Næstan 60 ár áðrenn Tjóðveldisflokkurn var stovnaður  umsetti Fríðrikur Petersen bønina ”Faðir vár” til føroyskt – ein bøn sum framvegis í dag er ankra djúpt í føroysk fólkasálini – umsett av fyrsta formanni Sambandsflokksins fyri meira enn 120 árum síðan. Í ár 1900 skrivaði hann fyrstu føroyskt mæltu bíbliusøguna. Í 1906 verður Sambandsflokkurin stovnaður og í stevnisskránni stendur …. Partiets Hovedformaal er at samle de medlemmer af Tinget, som ville arbejde for en frisindet Udvikling for det færøske folk…

 

106 ára gamla visiónin um arbeiða fyri frílyntari og hollari menning av føroysku tjóðini, stjórnarliga, fíggjarliga og mentanarliga (úr stevnisskránni) dróg meg til at gerast ein av aktivu limunum í Sambandsflokkinum.

At  Sambandsfólk altíð hava sæð týdningin av at Føroyar eru í Ríkisfelagsskapi við Danmark hevur verið til stóra menning fyri tjóðina og ikki minst at ættarlið eftir ættarlið hevur kunna notið gott av Ríkisfelagsskapinum og hevur ment føroysku tjóðina til eitt væl útbúgvið samfelag við eini samanseting sum sambært seinastu uppgerðini hjá Manntal vísir at tað eru fleiri Føroyingar við hægri útbúgving enn tað eru eitt nú eru í Íslandi og Týsklandi.

 

Hesi 65 árini síðan Heimastýrislógin hevur virka - hevur Sambandsflokkurin sitið við valdið í umleið 40 ár. Av 13 landsstýrissamgongum sum flokkurin hevur verið partur av hevur Sambandsflokkurin átt leiðsluna og løgmann 9 ferðir. Sambandsflokkurin hevur tískil havt ein ótrúliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið og hevur søguliga altíð havt stóra ávirkan.

 

Tá fyrrverandi formaðurin í Norðoya Sambandsfelag, Andras Miðskarð heitti á meg um at gerast formaður í Norðoya Sambandsfelag fyri 10 árum síðan, takkaði eg fyri  og legði saman við nevndini í Norðoya Sambandsfelag dent á at verða meiri sjónlig í samfelagskjakinum og at endurvinna Norðoyggjum sambandsumboðan á løgtingið. Á valinum 2004 gjørdist  Bjørn Kalsø nummar eitt á listanum men hóast stóra framgongd eydnaðist ikki at fáa umboð úr Norðoyggjum valt á ting. Men ikki minst takka verið einum aktivum valfelag í Norðoyggjum fingu vit Bjørn Kalsø valdan til landsstýrismann í fiskivinnumálum eftir at ein samsintur limafundur hevði sagt seg hava stórt álit á Bjørn Kalsø.

Á løgtingsvalinum 2008 gjørdist Sambandsflokkurin næst størsti flokkur í Norðoyggjum og Bjørn Kalsø var valdur á ting og tá núverandi samgonga (ABDH) var stovna varð Bjørn Kalsø valdur til Landsstýrismann í mentamálum.

Nógv mál eru framd hesi árini Sambandsflokkurin og okkara umboð hevur sitið í samgongu. Millum stjóru málini kunnu vit nevna Norðoyatunnilin, útbygging av Tekniska Skúla, Trygdarmiðstøðin, Viðareiðistunnilin, nýtt røktarheim. Eisini eru stórar útbyggingar framdar í  Eysturoynni og ikki minst var tað Bjørn Kalsø sum fekk nógv umrødda skúlan í Marknagili settan á skinnara og framdan og nú fremur útbyggingar av skúladeplinum á Kambsdali og í Klaksvík.

Nógv er avrika seinastu árini og tá andstøðan ferð eftir ferð tosar um at borgarligir flokkar einki gera fyri tey ”veiku” í samfelagnum er hetta í beinleiðis andsøgn til veruleikan.

 

Eg kann nevna stutt at:


ABC flokkarnir hækkaðu botnfrádráttin úr 15.000 kr. upp til 30.000 kr. og núverandi samgonga hækkaði botnfrádráttin heilt upp á 65.000 kr.
Tað vil siga at eitt nú pensjónistar, sum einans hava fólkapensjónina og samhaldsfasta og hava eina skattskylduga inntøku um 70.000 kr. nú eru næstan frítikin frá landsskatti - men rinda framvegis kommunuskatt. Hetta er fakta.

Tá sitandi samgonga varð skipað var eg sum formaður í Norðoya Sambandsfelag og limur í landsnevndini hjá Sambandsflokkinum við til at viðmæla samgonguskjalinum og nógv um rødda skatta reforminum – sum av andstøðni var nevd flatskattur – men sum ongantíð hevur verið nakar flatskattur.

Tann øsing sum pensjónsgrunnar og leiðslurnar í flestu fakfeløgum vóru við til at skapa um hetta málið er ein sorgar søga  sum vísir hvussu lætt tað er hjá kapitalinum at manipulera við fólkaræðinum.

 

Fyrr sluppu fakfeløg við pensjónsgrunnum og tryggingarfeløg at spæla sær við fæið úr landskassanum, tí gamla skattaskipanin loyvdi at skatturin av pensjónum var ikki goldin landskassanum fyrr enn pensjónstakarin fekk pensjónina útgoldna og tí bleiv bruktur av pensjónsgrunnum at spekulera við.

Núverandi samgonga broytti hetta soleiðis at skatturin av pensjónum beinan vegin verður goldin landskassanum at umsita. Men samstundis loyvdi mann fakfeløgum og tryggingarfeløgum framhaldandi at umsita tað fæ sum tey høvdu innistandandi av peningi hjá landskassanum. Men í framtíðini verður tað soleiðis at tá arbeiðsgevarin rindar pensjón til pensjónsgrunnar hjá fakfeløgum ella tryggingarfeløgum –  fellur skatturin til landskassan og ikki til pensjónsgrunnar at umsita og spekulera við. Hetta er tað einasta rætta.

 

Spurningurin er um stóru broytingarnar eru tekin um at Føroyar eru á veg til at gerast eitt samfelag sum í størri og størri mun verður skatta við brúkaragjøldum. Hetta er kanska rættvísari skipan tí tá fær brúkarin hægri lønarútgjald og velur sjálvur hvussu peningurin verður brúktur - og rindar harav gjald til landskassan, men henda spurning lata vit liggja.

 

Norðoya Sambandsfelag hevur verið sera virkið í samband við løgtings- og býráðsval men felagið hevur av ymiskum orsøkum ikki verið aktivt senastu 4 árini millum valini, men hevur tó røkt sínar skyldur í landsfelagnum og luttikið á kvartalsfundum millum lokalfeløgini, sum Jóhann Petersen, formaður í Samhald so hegnisliga hevur skipað fyri.

 

Løgmaður hevur sagt at broytingar fara at verða framdar í ríkisfelagsskapinum og sjálvur hevur hann lufta tankan um ein ríkjafelagsskap og her haldi eg at tað er umráðandi at tað júst er Sambandsflokkurin sum gongur á odda at fáa framt neyðugar og átrokandi  broytingar.

Fullveldissamgonga ella loysingarsamgonga er ikki eitt alternativ longur tí vit hava sæð hvat hendi seinast Føroyingar valdu at ganga hesa leið.

Poul Nyrup bjóðaði Høgna Hoydal, Anfinn Kallsberg, Jenis & Co. loysing við fýra ára skiftistíð, tvs. Blokkið fýra ár eftir at Føroyar høvdu loyst! Føroysku loysingaflokkarnir kravdu 16 ár blokk  frá dønum eftir at Føroyar høvdu loyst! Tað vildu danir ikki og so avlýstu Anfinn og Høgni fólkaatkvøðuna um fullveldi.  Hetta var tað tey kallað fullveldispolitikk!

 

Tað er umráðandi og ein tryggleiki fyri Føroya fólk at elsta politiska rørslan í Føroyum situr við borðsendan tá broytingar verða framdar í ríkisrættarligu støðuni, og tí fegnist eg um at løgmaður hevur boðað frá at hann ferð at leggja fram uppskot um eina nýggja føroyska stjórnarskipan. Tað stjórnaruppskotið sum liggur í løgtinginum er ikki nøktandi serliga tann sannroyndin at tey kristiligu virðini eru niður raðfest í mun til grundlógina.

 

Tað er ikki nøktandi at føroysk ítróttarfólk noyðast at flagga við donskum flaggi fyri at luttaka í altjóða kappingum og tað er heldur ikki nøktandi fyri føroysk embætisfólk og ministarar at sita og bíða í gongini meðan danskir ministarar og embætisfólk sita aftan stongdar dyr og samráðast við onnur lond vegna Føroyar. Tað er heldur ikki nøktandi at Føroya Løgmaður tá Norðurlond hittast, einans sleppur at lurta eftir setanarrøðuni fyri síðani saman við Grønlendska landsstýrisformanninum, verður koyrdur út í  gongina tá fundurin byrjar. Hetta er veruleikin anno 2013 og sjálvandi er heimastýrislógin frá 1948 tá einki internet, sjónvarp ella aðrir tøkniligir samskiftis møguleikar vóru í Føroyum, ikki nøktandi longur.

 

Tað skullu nýggjar samráðingar til um ríkisrættarligu støðuna – og bestu fólk til at leiða hesar samráðingar er Thorning Smith og Kaj Leo Holm Jóhannesen.

 

Útsøgnin frá fólkatingslimi Sambandsflokksins – Edmund Joensen – um at einki skal broytast – er nyttulig til lítið og verður hon tikin í álvara verður úrslitið ein katastrofa – nevniliga at Sambandsflokkurin verður sett uttan fyri ávirkan.

 

Eg fari at enda við føgru kvøðu fyrsta formanni Sambandsflokksin sum hann skrivaði fyri meira enn 100 árum síðan:

 

Tú mást bæði úti og heima

Dýrt sum reyðargullið goyma

:,: væl títt móðurmál :,:

Djúpt í tínum egna barmi,

Bæði í gleði og i harmi,

:,: ljóði Føroya mál :,:

 

Í vón um at Harrin framhaldandi signar land og fólk

John William Joensen

Formaður, Norðoya Sambandsfelag