Johnny Reimar er deyður 82 ára gamal

Johnny Reimar andaðist leygardagin eftir stutta sjúkralegu. Á síni yrkisleið var hann bæði tónleikari og sjónvarpsvertur.

Danski tónleikarin Johnny Reimar andaðist leygardagin 82 ára gamal. Á myndini sæst hann saman við songkvinnuni Kirsten Siggaard. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danski tónleikarin og sjónvarpsverturin Johnny Reimar doyði leygardagin eftir stutta sjúkralegu. Tað skrivar dóttir hansara, Lotte Reimar, á Facebook.

Johnny Reimar var 82 ár.

– Tað troystar okkum, at pápi okkara hevur havt eitt stuttligt, spennandi og heilt fantastiskt lív. Vit vita, at hann hevur havt nógv at týða fyri mong, og fyri okkum hevur hann havt alt at týða, skrivar dótturin.

Tað er ikki greitt, hvat tónleikarin doyði av.

Johnny Reimar hevði eina langa yrkisleið í tónleikavinnuni og er kendur fyri hitt sum "Bind dit gule hårbånd" og ikki minst "Sikke'n fest" og "Du burde købe dig en tyrolerhat".

Tað var eisini Johnny Reimar, sum skrivaði danska fótbóltssangin til HM í Meksiko í 1986, "Halli, Halli, Hallo".

Hann fekk sítt gjøgnumbrot við bólkinum The Clifters. Bólkurin fekk íblástur frá bretska tónleikaranum Cliff Richard.

Umframt sína tónleikakarrieru fann hann eisini tíð til at vera vertur fyri sjónvarpssendingunum "Fællessang på Bakken" og "Fællessang på Charlie".

Í 1976 keypti hann rættindini til The Smurfs í Danmark, og hann gjørdi eisini tónleik við teimum lítlu bláu teknifilmspersónunum.

Umvegis fyritøkuna Starbox hevur hann eisini staðið fyri plátuframleiðslu fyri bólkin Mabel og fyri listafólk sum Birthe Kjær, Bjørn & Okay, Dorthe Kollo, Jørgen Ingmann og Victor Borge í fleiri ár.

Johnny Reimar giftist Annie Lindberg í 1967. Hjúnini fingu fýra børn saman.

– Pápi okkara var ein heitsinnaður, kærleiksfullur og gávumildur persónur, sum var óbeskriviliga errin av síni stóru familju, og sum altíð hevur arbeitt hart fyri at forsyrgja og forkela okkum, skrivar Lotte Reimar á Facebook.

Lotte Reimar forstáilsi fyri, at familjan hevur brúk fyri friði hesa truplu tíðina, sigur hon.

Smálutir um jarðarferðina hjá Johnny Reimar koma "so skjótt sum gjørligt", skrivar hon.

 

/Ritzau/

 

Danski tónleikarin Johnny Reimar andaðist leygardagin 82 ára gamal. Á myndini sæst hann saman við songkvinnuni Kirsten Siggaard. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix