Jol fær ein mánað

Eftir laku byrjanina hjá Tottenham í ensku Premier League ljóðar nú, at felagið er um at missa tolið við hollendska venjaranum, Martin Jol. Í enskum miðlum verður sagt, at venjarin nú fær ein mánað til at prógva, at hann framvegis er rætti maðurin at stýra felagnum. Hendan komandi mánaðin skal Tottenham spæla seks dystir. Tvær ferðir móti Anorthosis Famagusta í UEFA-Cup kappingini. Móti Middlesbrough í Carling Cup og móti Bolton, Aston Villa og Liverpool í Premier League.