Tríggjar konsertir eru á skrá, ein leygardag og tvær sunnudag.
Yngva S. Lamhauge og Sanna Bæk Hoydal, ið blivu ávikavist nr. 1 og nr. 2 í Stella Polaris-kappingini í 2020, og unga sangtalentið Beinta Ingeborg Greve verða solistar til jólakonsertina. Vit eru sera spent upp á at hoyra hesar ungu og dugnaligu tónleikararnar spenna seg út.
Barnakór undir leiðslu av Edith Dahl Jacobsen og Joannu Johansen, luttekur eisini á konsertini. Børnini eru í aldrinum 6-15 ár og syngja til dagligt Stella, ið er barna- og ungdómskór úr Tórshavnar Musikkskúla.
Jóla- og familjukonsertin er eitt samstarv við musikkskúlarnar, og her sleppa musikkskúlanæmingar at royna seg í einum stórum orkestri við professionellum spælarum.
– Konsertskráin er á tremur við kendum jólatónleiki, so nú er bert at gleða seg til jóla, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Solistar: Sanna Bæk Hoydal (sangur) Yngva S. Lamhauge (altsaxofon), Beinta Ingeborg Greve (sang)
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Eva á Rógvu