Jólakonsert og bókaútgáva í Leirvík

Aftur í ár verður Báta-og listasavnið í Leirvík karmur um eina fjølbroytta jólakonsert.

Aftur í ár verður Báta-og Listasavnið í Leirvík karmur um eina fjølbroytta jólakonsert, sum hesaferð verður sunnudagin 29. november, ið er fyrsti sunnudagur í advent.

 

Tað verða Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul sum fara at framføra, eins og børn úr Leirvíkar skúla fara at syngja jólasangir.

 

Á konsertini, sum byrjar klokkan 16, spæla Monika Stauss og Birgitte Schnakenburg løg eftir Rieding, Bach, eitt russist fólkalag,  Saint Saéns  og Méditaión av Tchaikovsky umframt nakrar jólasálmar, har øll eru vælkomin at syngja við.

 

Jólakonsertin í Leirvík verður eisini karmur um bókaframløgu, tá nýggja barnabókin hjá Moniku Stauss Joensen og Kristfríð Tyril - Bartal og Bjarni - verður løgd fram alment.

 

Úr Leirvík verður sagt, at sjálvt konserttiltakið fer at vara í umleið ein tíma. Her verður eingin steðgur, men eftir konsertina eru øll vælkomin at steðga á til drekkamunn og prát, eins og høvundarnir fara at signera bøkur.

 

Jóla-og bókatiltakið á Báta-og Listasavninum í Leirvík kostar 30 krónur við dyrnar, men børn og tónleikanæmingar hava ókeypis atgongd.