Jólakonsertir í kirkjuni á Skála og í Fríðrikskirkjuni

Annan sunnudag í advent - sunnudagin 7. des. - fer Manskórið á Skálafjørðinum undir leiðslu av Jóhan Mortensen aftur at hava tvær konsertir.

Síðsta sunnudag vóru menninir við Norðskála og á Glyvrum. Nú sunnudagin verða teir á Skála og á Toftum.

Konsertin í kirkjuni á Skála verður klokkan 17. Manskórið fer at bjóða fólki eina fjølbroytta skrá við bæði teimum gomlu og vælkendu jólasálmunum og onkrum, ið ikki hevur verið at hoyrt her heima á klettunum áður. Á sangferð síni til Eysturríkis og Italia í summar fekk kórið eina eysturríkska messu sum gávu. Trý brot burtur úr hesi messu verða eisini framførd á konsertunum sunnudagin. Umframt manskórið fer ein gentusangbólkur uppá seks gentur at syngja nakrar sangir.

Um kvøldið verður farið í Fríðrikskirkjuna at hava konsert. Eisini á hesi konsertini fer Manskórið á Skálafjørðinum at hava høvuðsleiklutin. Gentusangbólkurin verður somuleiðis við. Harumframt fer Skúlakórið í framhaldsdeildini í Runavíkar Skúla undir leiðslu av Jóhan Mortensen fyri frystu ferð at syngja alment.

Fyrst í november mánað varð farið undir venjingarnar við skúlakórinum. Við spurnarbløðum vóru næmingarnir spurdir, um teir høvdu hug at syngja við í einum slíkum skúlakóri. Undirtøkan var ovurhonds stór, soleiðis at einir 70 næmingar nú syngja í kórinum. Vant verður eina ferð um vikuna, og sigast má, at næmingarnir møta trúliga upp og leggja doyin á at syngja. Ætlanin er tískil at halda fram við hesum kórinum eftir jól.

Konsertin í Fríðrikskirkjuni byrjar klokkan 20.30.