Jólaljós kunnu vera heilsuskaðilig

Fólk eiga at hugsa seg um, tá ið tey keypa kertuljós

- Livandi ljós kunnu vera ring fyri inniluftina og tey kunnu eisini vera heilsuskaðilig.

 

Nú dagarnir styttast og jólahugnin er farin merkjast, er tað ein fastur táttur av hugnanum hjá nógvum at hava livandi ljós.

 

Men Umhvørvisstovan ger vart við, at umhvørvisskaðilig evni kunnu vera í livandi ljósum og hesi evni kunnu vera heilsuskaðilig, tá ið fólk anda tey í seg.

 

- Sostatt eiga fólk at hugsa seg um, tá ið tey keypa kertuljós, sigur Heilsufrøðilig Starvsstovan.  

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at muskxylen, blýggj, og onnur dálkandi evni, kunnu vera í kertuljósum.

 

Muskxylen er ein bólkur av angandi evnum, sum kunnu vera í angandi kertuljósi.

 

Blýggj kann vera í summum veikum, men hetta kemur helst ikki so ofta fyri longur.

 

Hinvegin staðfestir Umhvørvisstovan, at hvørki muskxylen og blýggj eru í kertuljósum, sum eru merkt við Svanamerkinum.

 

Svanamerkið er sostatt ein trygd fyri, at útlátið av skaðiligum evnum frá kertuljósinum, er avmarkað mest møguligt.

 

Tá svanamerkt ljós verða gjørd, skulu mins 90 prosent av rávøruni vera stearin ella onnur evni, sum kunnu endurnýggjast.

 

Stearin er úrdráttur úr feitti, oftast neytafeitti. Við hvørt ber eisini til at keypa kertuljós, sum eru gjørd úr øðrum sløgum av feitti, eitt nú føroyskari seyðatálg.

 

Tað er eisini er lætt at gera stearinljós úr seyðatálg.  Tað er at smeltað tálgina varisliga saman við einum sindri av vatni, síla tað gjøgnum klæði og stoyt í hóskandi eldføst íløt og set veik í!

 

Kertuljós úr stearini, ella øðrum feitti, elva ikki til økt útlát av vakstrarhúsgassi, tá tey verða brend.

 

Tað gera kertuljós gjørd úr paraffini, sum ein úrdráttur úr ráolju.

 

Nógv kertuljós á handilshyllunum eru úr paraffini.

 

Muskxylen verður sera seint niðurbrotið, og hópast tí upp í náttúruni. Tað verður tikið upp í menniskjum og djórum, og við tíðini kann nógv muskxylen savnast í kroppinum.

 

- Evnið er møguliga krabbameinselvandi, og er harumframt skaðiligt fyri livandi verur í vatni.

 

Umhvørvisstovan sigur, at Tá ið ein vøra er merkt við Svananum ella Blómuni, er tað trygd fyri, at at vøran er ímillum tær minst umhvørvistyngjandi av sínum slag, at atlit eru tikin at tínari heilsu, og at vøran yvirhøvur er góð.