Svimjing
Í 3-2 sendingini hjá Sjónvarpinum í gjárkvøldið staðfesti Palli Ziskason, at hann ikki heldur fram sum formaður í Svimjisambandinum, sum hevur aðalfund leygardagin.
Við 3-2 segði Palli, at hann ikki kennir seg hava meira at geva føroyskari svimjing, og at hann tí ikki stillar uppaftur.
Fram til aðalfundin leygardagin ber enn til hjá nýggjum valevnum at bjóða seg fram. Men tað er longu alt, sum bendir á, at nýggi maðurin er funnin.
Jon Hestoy hevur í tveimum umførum á til samans 10 ár verið formaður í Svimjisambandinum. Og nú er hann til reiðar at taka enn eitt tørn við stýrisvølin.
- Tað er rætt, at eg havi fingið eina áheitan um at stilla upp, og hesari havi eg tikið av, sigur Jon, sum tó í løtuni ikki vil gera tær stóru viðmerkingarnar til, hvørjum hann serliga vil arbeiða fyri.
- Tað er ikki tí, at eg ikki havi mál ella hugskot. Annars hevði eg ikki bjóðað meg fram. Men tá skipanin er soleiðis, at tað fram til sjálvan aðalfundin er møguleiki hjá nýggjum evnum at bjóða seg fram, haldi eg tað ikki vera rætt av mær, um eg nú fari at tosa um tað, sum eg havi í hyggju at fremja, sigur Jon Hestoy.