Í vikuskiftinum kemur norski bólkurin Jon Lotterud band at hava konsert í Føroyum. Sjálvur bólkurin er kanska ikki so kendur millum føroyingar, men høvuðspersónurin aftanfyri sjálvan bólkin, Jon Lotterud er eitt kent navn millum nógvar gospeláhugaðar føroyingar.
Jon Lotterud var nevnliga sjálvur í Føroyum síðsta heyst og undirvísti á sangskeiðnum hjá Heimamissiónini. Kontaktin varð tá skapað, og hevur hann nú alt bandið hjá sær við til Føroya.
Popp, gospel og jazz
Jon Lotterud band spælir ein blanding av popp, gospel við nakað av jazz íblandað. Bólkurin bygjaði í 1991, og hava teir síðan ferðast nógv í Noregi, Danmark, Svøríki og nú eisini í Føroyum við bólkinum.
Jon Lotterud hevur sjálvur skrivað løgini hjá bandinum. Hann spælir sjálvur piano umframt at hann eisini er forsangari. Við í bandinum hevur hann tríggjar aðrar dugnaligar tónleikarar.
Gittarspælarin er ein av teimum mest nýttu gittaristunum í Noregi. Tað er Hallgrim Brattberg, sum bæði Oslo Gospel Choir, Bjørn Eidsvåg, Sigvart Dagsland og Sissel Kyrkjebø hava nýtt í sínum innspælingum. Konsertin í Føroyum er sammstundi síðsta hjá Hallgrim Brattberg, áðrenn hann ferð til USA at lesa og spæla.
Bassspælari er Helge Harstad, sum er lærari á Viken fólkaháskúla, har eisini Jon Lotterud sjálvur er lærari. Trummuspælari er Harald Skullerud, sum er yrkistrummuspælari við støð í Oslo. Bæði Helge og Harald hava verið nógv nýttir í innspælingum bæði í studio og í sjónvarpi.
Føroyingar bakgrundskór
Til framførslurnar í Føroyum ferð Jon Lotterud band eisini at nýta nakrar føroyingar at syngja kór í bakgrundini til nakrar av sangunum. Tað vera tey seks Katrin Petersen, Kaja Lamhauge, Janet Jacobsen, Annelisa Berthelsen, Petur Hans Hansen og Jógvan Højgaard, sum hava hesa uppgávuna. Sjálvi vóru tey við á sangskeiðnum hjá Heimamissiónini í fjør og kenna tískil nakrar av sangunum harfrá.
Umframt sjálvan bólkin skulu eisini tveir næmingar á Viken fólkaháskúla luttaka á konsertini. Tað eru Frode André Bjørkli og Kristin Solberg. Bæði eru tey dugnaligir solistar. Millum annað gjørdist Frode nummar tvey í eini kapping í NRK í fjør kallað »talentiaden«. Bæði Frode og Kristin skulu framføra teirra egnu nummur á Føroyaferðini.
Norðurlandahúsið
og Klaksvík
Konsertin hjá Jon Lotterud band verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið kl. 19. Atgongumerkini kostar 80 kr. pr. stk.
Umframt konsertina í Norðurlandahúsinum luttekur Jon Lotterund band eisini á eini sangløtu í KFUM & K í Klaksvík leygarkvøldið 8. august kl. 21.30. Hetta er ikki beinleiðis í samband við 90 ára føðingardagin hjá Klaksvíkar kommunu, men tað er passað soleiðis inn í skránna, at tað ikki skuldi órógva onnur tiltøk.