Jona Eidesgaard farin

Mánadagin 17. juli andaðist Jona Eidesgaard, Tvøroyri, á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon fór til gravar í dag úr Tvøroyrar kirkju og varð grivin undir liðini á manni sínum, Erlingi Eidesgaard. Jona og Erling vóru foreldur Jóannes Eidesgaard, løgmann.
Jona var fødd 27. juli 1917 og sostatt knappliga 89 ára gomul, nú hon legði árarnar inn. Hon var ættað úr Trongisvági. Foreldrini vóru Jóhanna, sum var ættað av Økrum, og Danial Jacob Magnussen, sum bar kelinavnið Bóndin, hóast hann ongantíð sat við nøkrum festi. Jóhanna og Danial Jacob fingu átta børn, sum vórðu nevnd hjá Bóndanum. Tey vóru Thomasia Holm í Hvalba, Thomas Pauli Magnussen í Trongisvági, Petur Magnussen, sum doyði av tuberklum, tá ið hann var 19 ára gamal, Gerda Magnussen, sum var ógift og búði á Tvøroyri, Jona, Gunnar Magnussen í Trongisvági, Georg Magnsussen í Trongisvági og Hjalgrím Magnussen í Havn.
Nú Jona andaðist, eru øll átta børnini hjá Jóhonnu og Danial Jacobi farin.
Sum ung genta hjálpti Jona til hjá einari mostur, sum var hárfríðkanarkvinna á Tvøroyri.
18. september 1946 giftist Jona Erlingi Eidesgaard úr Oyndarfirði. Hann var hetta sama summarið liðugur at læra til lærara, og tey bæði búsettust á Tvøroyri, har Erling var lærari og frá 1971 varaskúlastjóri. Erling fór úr starvi 1. mars 1987, og hann doyði 21. mai 1987.
Jona og Erling búðu á Tippinum á Tvøroyri, og luturin hjá Jonu var, sum hann var tað hjá flestu føroysku kvinnunum tá í tíðini, at halda hús og at vera kona og mamma. Hon var miðdepulin í heiminum, og inntil tað síðsta fylgdi hon væl við í øllum tí, sum fór fram kring hana og víða um. Ikki minst hvussu tað gekk hjá yngsta soninum í løgmansembætinum. Jona var nøgd við sín leiklut, gekk høgt upp í familjuna, og hon hevði evnini at duga at gleðast saman við øðrum, tá ið tað gekk teimum væl.
Eftir at Erling var deyður, búði Jona í næstan fimtan ár saman við systrini Gerdu, sum andaðist í 2002.
Jona og Erling fingu fýra børn: Martin (1947) er skúlastjóri á Tvøroyri, Magni (1948) er tannlækni í Vági, Jóannes (1951) er løgmaður, og Eyðdis (1958) er skúlastjóri í Eysturskúlanum í Havn. Ommubørnini hjá Jonu eru níggju, og nú hon flutti foldum frá, vóru tíggju langommubørn komin.