HB skal hava nýggjan høvðusvenjara. Jonas Dal Andersen og HB eru farin hvør til sítt. Kevin Schindler verður høvðusvenjari til dystin móti B68 í morgin.
- Hetta hevur ein trupul avgerð at fara av skútuni, tí eg havi verið sera glaður fyri at hava verið í felagnum, men hon kemur av ov stórum sveiggjum í avrikunum síðstu tíðina. Eg eri tí komin til ta niðurstøðu, at aðrar kreftir skulu til at lyfta spælararnar nú, sigur Jonas Dal Andersen í tíðindaskrivi í dag.
– HB harmast um støðuna, sum er íkomin, og ætlanin er, at Kevin Schindler tekur yvir sum venjari næstu dystirnar. HB takkar Jonas fyri stóra arbeiði, hann hevur lagt í felagið, skrivar HB.
Jonas Dal Andersen tók við eftir Jens Berthel Askou stutt eftir ársskiftið, men ongantíð ordiliga vunnið fram í HB.
Jonas Dal Andersen er kendur sum ein meiri avslappaður venjari enn undangongumennirnir í HB, Heimir Guðjónsson og Jens Berthel Askou. Jonas Dal Andersen hevur ikki megnað at víðari ført tað, sum hinir báðir hava bygt upp, og seinasti dropin var vánaliga avrikið í Albania móti Inter Club Escaldes úr Andorra.