Svenski hondbóltsheimurin misti eina av sínum stóru stjørnum, tá tann 34 ára gamli Jonas Ernelind doyði av húðkrabba í gjár.
Jonas Ernelind varð í fleiri ár roknaður sum tann kvikasti hondbóltsspælarin í heiminum, og hann hevði sera stóran týdning fyri svenska landsliðið. Ein av viðleikarum hansara, Stefan Lövgren, sigur við Aftonbladet, at Jonas Ernelind hevði ongan veikleika, hvørki sum hondvólksspælari enn menniskja.
Jonas Ernelind gavst á svenska landsliðnum í 2006. Tvey ár seinni bleiv staðfest, at hann hevði húðkrabba, og hóast alla tøka viðgerð eydnaðist tað ikki at basa sjúkuni.
Jonas Ernelind spældi 104 landsdystir fyri Svøríki og skjeyt 266 mál. Sum professionellur spældi hann við THW Kiel, Bad Schwartau og HSV, áðrenn hann fór aftur til Svøríkis at spæla í 2006.