Meistararnir í HB hava longu vunnið ársins fyrsta steyp. Talan var um sannførandi 3-1 sigur í stórsteypadystinum ímóti NSÍ. Fyri tað mesta var talan um teir, sum í fjør vóru við til at vinna greipuna. Millum teir nýggju vóru Michal Przybylski, sum skoraði tvey mál, og Stefan Radosavljevic, sum var eyðsýndur á miðvøllinum.
-Vit undirmeta avgjørt ikki NSÍ, men sannførandi 3-1 sigurin í stórsteypadystinum ber sjálvsálit við sær, nú vit aftur skulu spæla ímóti NSÍ. At Heðin Hansen er skaddur kennist vera dyggur smeitur, tí á júst verjukenda miðvallarplássinum er hann tann besti, hóast aðrir kunnu røkja leiklutin. Tað vísti Stefan Radosavljevic so ógvuliga væl, tá ið hann varð settur í hesa ódnina, tá ið Heðin noyddist at fara av vøllinum, sigur nýggi HB venjarin Jonas Dal Andersen, ið roknar við, at liðið sunnudagin fer at síggja umleið soleiðis út, sum tað gjørdi í stórsteypadystinum.
Umframt Heðin Hansen, sum er vøddaskaddur, er Mads Boe Mikkelsen vøddaskaddur og Pætur J. Petersen er knæskaddur.
Allan K. Jepsen var NSÍ venjari fram ímóti kappingarenda í fjør, tá ið tað gekk fínt í landskappingini, og tá ið NSÍ varð niðurspælt og tapti 3-1 í hálvfinaluni í steypakappingini ímóti HB. Tann dysturin var í Klaksvík.
Síðsta sunnudag taptu Allan K. Jepsen og NSÍ aftur 3-1 ímóti HB, og aftur var HB greitt omaná:
-Serliga í fyrra hálvleiki vóru teir í HB omaná. Teir megnaðu betri at pressa okkum, enn vit megnaðu at pressa teir. Eg vóni, at tað sunnudagin fer at eydnast okkum at taka størri ábyrgd í framrættaða partinum, tí har eiga vit skjótar og vandamiklar spælarar – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen og Búa Egilsson. Petur Knudsen fer sunnudagin at eiga størri leiklut, enn hann átti í stórsteypadystinum, tá ið hann bara var á vøllinum í fyrra hálvleiki, sigur Allan K. Jepsen.
Allir NSÍ spælararnir eru tøkir. Fríggjakvøldið var Rógvi Egilstoft á vøllinum í 75 minuttir, tá ið næstbesta liðið vann 2-0 ímóti Víkingi.
HB – NSÍ: Alex Troleis kl. 15.00.