Tað vóru tveir menn í ógvuliga ymiskum hýri, sum Hilmar Jan Hansen fekk orðið á aftaná, at EB/Streymur aftaná longda leiktíð hevði vunnið 4-3 á NSÍ, og harvið vunnið í sína áttandi hálvfinalu á rað í kappingini um løgmanssteypið.
Landsliðsprofilurin, Jónas Tór Næs helt fyri, at tað var stuttligt at sleppa at gerast partur av serliga steypaandanum hjá EB/Streymi, sum ger, at tað koppar teirra veg.
Hjálparvenjarin hjá NSÍ, Helgi L. Petersen var ógvuliga vónsvikin um, at teir kundu seta eina 3-0 leiðslu yvir stýr.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Jónas Tór Næs og Helgi L. Petersen søgdu við Hilmar Jan Hansen aftaná dystin millum EB/Streym og NSÍ.