Jónleif og Margit í ovastu leiðsluna

Javnaðarflokkurin hevur skift fólk út í ovastu leiðsluni. Heðin Mortensen og Eyðgunn Samuelsen eru farin frá sum ávikavist næstformaður og næstforkvinna.

Javnaðarflokkurin hevur skift fólk út í ovastu leiðsluni. Heðin Mortensen og Eyðgunn Samuelsen eru farin frá sum ávikavist næstformaður og næstforkvinna.

 

Á starvsnevndarfundi leygardagin hevur Javnaðarflokkurin gjørt broytingar í formansskapinum. Eyðgunn Samuelsen hevur verið næstforkvinna og Heðin Mortensen næstformaður, men tá lógir floksins siga, at annar næstformaðurin skal vera formaðurin í tingbólkinum og hin ikki skal vera ting- ella landsstýrisfólk, vóru nýggj umboð vald í floksleiðsluna.

 

Nýggjur næstformaður er Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður og nýggj næstforkvinna er Margit Stórá vald av starvsnevnd floksins á fundi leygardagin.

 

Í tíðindaskrivi takkar Javnaðarflokkurin Eyðgunn Samuelsen og Heðini Mortensen fyri góða arbeiðið, tey hava gjørt í leiðslu floksins og ynskir Jónleifi Johannesen og Margit Stórá til lukku við valinum við vón um gott samtarv.

 

Eftir starvsnevndarfundin var floksleiðslufundur, har limirnir vóru kunnaðir um málini, ið samgongan fer at fremja.

 

Hóast Javnaðarflokkurin ikki greiðir nærri frá hesum áhugaverda innihaldi, so sigur flokkurin, at fundarluttakararnir vóru væl nøgdir við tað, ið kom fram og tóku væl undir við politikkinum, ið samgongan hevur sett í kortið.

 

Um 40 limir vóru á fundi í floksleiðsluni.