Hetta kann tykjast løgið!
Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, undrast á framferðina hjá sínum egna landsstýrismanni, Henrikki Old, sum umsitur samferðslumál.
Og tað, hann undrast á, er, at nú Sam skal á beding í sjey vikur frá 7. mars er tað Jósup, sum verður settur at røkja kalsoyarsiglingina
Og tí reisir Jónleif Johannesen nú málið á Løgtingið, har hann vil hava landsstýrismannin at greiða alment frá, hví hann ikki ístaðin tekur Ternuna frá Nólsoyingum hesa tíðina, og setir hana í sigling um Kalsoyarfjørð.
- Á Kalsoynni eru 18 kilometrar av vegi, og fýra bygdir, og har er tørvurin á eini bilferju stórur, sigur Jónleif Johannesen.
- Jósup, ið er settur at røkja kalsoyarleiðina, tekur ongar bilar og megnar als ikki at nøkta ferða- og farmatørvin tær sjey vikurnar, mett verður, at Sam skal á beding, leggur hann afturat.
Hann staðfestir, at í apríl mánaði í fjør, vórðu meiri enn 400 bilar fluttirimillum Kalsoynna og Klaksvík.
- Tað kann tykjast løgið, at Ternan, ið tekur fleiri enn 20 bilar, flestu dagar røkir leiðina til Nólsoyar, har bert ein bygd er, meðan Kalsoyggin nærum kemur at liggja í undantaksstøðu hetta tíðarskeiðið, sigur Jónleif Johannesen.
Hann minnir á, at síðstu árini hevur Kalsoyggin skapt sær eina vinnu, bæði innan ferðavinnu og aðra vinnur við, ið ger, at tørvur er á eini bilferju allar dagar í vikuni.
- Tá Sam skal á beding í sjey vikur, er skilligt, at túratalið við bilferju lækkar, tí landið eigur einki skip at seta inn í slíkum førum.
- Kortini kann tað undra, at Ternan ikki verður sett at røkja fleiri túrar til Kalsoynna, tá ið hugsað verður um tann tørv, Kalsoyggin hevur.
Tí vil Jónleif Johannesen hava at vita, hví Henrik Old ikki setir Ternuna í sigling, og um tað ber til at fáa Ternuna sigla nakrar túrar um Kalsoyarfjørð, nú Sam er á beding.