Josefina er ættað av Toftum. Foreldrini vóru Nanna fødd Højgaard og ættað uppi á Lækju og Aksel Olsen. Hann er ættaður uppi á Regni, og tey bæði, Nanna og Aksel, búsettust á Hellu á Toftum.
Børnini hjá Nannu og Aksel eru Gunnar (1936), Josefina (1937), Poul Johan (1939-1939), Poul Johan (1940-2004) og Edvin (1946-1954). Gunnar býr á Toftum. Poul Johan og Edvin vóru ikki fullførir og búðu niðri.
Á sumri í 1956 fór Josefina á Føroya Fólkaháskúla, og sama summarið fór hon á Føroya Læraraskúla. Hon leyk læraraprógv í 1960, og síðani var hon nærlagdur lærari á Toftum. Tó arbeiddi hon í Horsens 1963-64, og 1991-92 var hon á ársskeið á DHL í Skive.
1969-87 var Josefina bókavørður, og í mong ár hevur hon verið í bókasavnsnevndini í Nes kommunu. 1986-87 var Josefina varaskúlastjóri, og tíggju ára skeiðið 1987-97 var hon skúlastjóri á Toftum.
Tíggju ára skeiðið, síðani Josefina segði skúlaarbeiðnum farvæl, hevur hon verið ógvuliga virkin. Josefina hevur stóran áhuga í ættarsøgu og øllum tí, sum hoyrir tí farna til. Mamma hennara, Nanna, gjørdi nógv við at kanna slekt á Toftum og har á leið, og Josefina hevur sama áhuga. Hon er ættarkær og innarlaga í familjuviðurskiftum.
Josefina er nevndarlimur og eitt av fleiri álitisfólkum í fornminnisfelagnum og bygdarsavninum í Nes kommunu.
Josefinu dámar væl sang og tónleik. Hon syngur í kórinum í Fríðrikskirkjuni og onkrum øðrum kórum eisini, og hon stuðlar felagssanginum í kirkjuni væl.
Josefina giftist í 1963 Jørgeni Jacoben, verkfrøðingi, sum er ættaður úr Søldarfirði. Tey búðu í nógv ár á Toftum, inntil tey bygdu húsini í Saltnesi, sum tey framvegis búgva í.
Børnini hjá Josefinu og Jørgeni eru Meinhard (1964), Naina (1967) og Annika (1974). Meinhard og Annika búgva í Havn, og Naina býr í Hvalvík.
Ommubørnini eru átta í tali – fimm dreingir og tríggjar gentur.
70 ára føðingardagurin verður hildin í Sjó kafeini í Runavík. Har eru øll væl komin leygarkvøldið 30. juni klokkan 18.30.
J