JT Electric framleiðir tøkni til vinnulívið

Sosialurin hevur vitjað fyritøkuna JT Electric á Kambsdali, sum framleiðir tøkni til alivinnuna og trolvinnuna. Á vitjanini sóu vit fyrsta undirvatns-trolkameraið, sum felagið hevur framleitt. Kameraið hevur eitt nú verið brúkt til upptøkur sum vísa, hvussu ristin riggar í svartkjaftatroli. Tað hevur soleiðis verið ein týðandi partur í royndini at finna fram til best egnaðu ristina í svartkjaftatroli. – Vit hava merkt, at stórur áhugi er fyri trolkameranum, bæði í Føroyum og eitt nú í Grønlandi, og vit vænta, at stórt potentiali liggur í hesum, sigur Ólavur Thomsen

JT Electric

Ólavur Thomsen sigur, at JT Electric hevur gjørt nógv við at framleiða útgerð til alivinnuna á sjógvi og landi. Felagið hevur eisini lagt seg eftir at umboða ymiska útgerð til vinnuna, sum felagið ikki framleiðir sjálvt. Bæði í sambandi við framleiðslu og sølu veitir felagið tænastu til smolt-og alifyritøkur og til viðskiftafólk annars
- Okkara virksemi er ein blandingur av útgerð, sum vit framleiða og útgerð, sum vit umboða og selja. Vit hava nógvar undirveitarar í útlandinum, men í okkara framleiðslu eru tað vit, sum seta komponentarnar saman og laga útbúnaðin til tað, sum vinnan ynskir. Síðan veita vit sum nevnt eftirfylgjandi tænastu.

Video-útgerð
Ólavur sigur, at ein av framleiðslunum, sum JT Electric hevur, og sum alivinnan er sera fegin um, er video-útgerðin.
- Alarar arbeiða alla tíðina við at optimera og effektivisera virksemið, og tí koma teir til okkara at vita, hvørjum vit kunnu hjálpa teimum við.
Hann sigur, at video-kameraið, sum felagið framleiðir, verður hongt niður í nótina, har fiskurin gongur.
- Her kunnu alarar fylgja fóðringini og soleiðis eisini stýra henni betri. Teir síggja um alt fóðrið, sum fer í ringin, verður etið, og soleiðis kunnu teir gevast at fóðra, tá ið fiskurin er mettur. Alifóður kostar nógv, og við video-kameranum verður fóðringin neyvari. Á henda hátt slepst eisini undan, at ov nógv fóður fellir á botn og soleiðis dálkar umhvørvið óneyðugt.
Ólavur sigur, at alarar kunnu fylgja fóðringini á einum móttakara í bátinum – ella á teldu, har teir eru staddir. Tólið kann eisini geva monnum eina ábending um, hvussu fiskurin er fyri.
- Ymiskt er, hvussu video-kameraið verður nýtt, men oftast hava menn eitt ella tvey slík tól í hvørjum aliringi.

ES-direktiv
Ólavur vísir á, at eitt ES-direktiv á økinum um elektroniskar komponentar sigur, at nakrir lutir í kameranum skulu liva upp til nýggjar standardir, sum ES hevur ásett.
- Her hava vit verið í teirri støðu, at okkara útlendsku veitarar enn ikki hava megnað at leverað allar hesar komponentarnar eftir nýggja standardinum. Talan er eitt nú um video-servarar, sum vit brúka í okkara framleiðslu av hesi útgerð. Komponentarnir verða settir saman og bygdir í húsa, og soleiðis laga vit teir til tað, sum vinnan ynskir.
Ólavur sigur, at felagið hevur framleitt hesa kamera-útgerð í nøkur ár, og hann væntar, at trupulleikarnir við nýggju ES-krøvunum og leveringini av nýggjum komponentum verða loystir so við og við.
- Vit hava í fyrsta lagi framleitt hesa útgerð til heimamarknaðin, men verða væntandi til reiðar at fara út um landoddarnar við skipanini komandi sesong. Hinvegin hava vit selt smærri loysnir uttanlands. Hesar hava ikki verið tráleysar, men hava verið eitt amboð hjá teimum, sum fóðra.
Vit spurdu eisini Ólav Thomsen, um aðrar kamera-loysnir til alivinnuna ikki áður hava verið á marknaðinum.
- Føroyska fyritøkan Datronik gjørdi eitt kamera saman við Oilwind, men hetta kamera verður ikki longur framleitt her heima. Aðrir útlendskir útbjóðarar hava eisini havt onkrar loysnir, men hetta eru dýrari tól, sum kunnu vendast og snarast ymiskar vegir, vanliga rópt "pan & tilt". Hesi hava verið brúkt av vinnuni til eitt nú at síggja, um fiskurin hevur lús.
Hann sigur, at alarar ynsktu eina bíligari loysn, sum meira vendi sær til sjálva fóðringina.
- Tað er hendan loysnin, sum vit veita teimum. Hinvegin kunnu vit eisini útvega alarum ta dýraru loysnina, um teir eisini ynskja hana, sigur Ólavur.

Undirvatnskamera
Á vitjanini hjá JT Electric vísti Ólavur okkum eisini tað fyrsta undirvatns-trolkameraið, sum felagið gjørdi fyri umleið einum ári síðan. Hetta kamera er í fyrsta lagi ætlað skipum sum trola, men tað hevur eisini verið nýtt av P/F Vónini og Fiskirannsóknarstovuni til undirvatns-myndatøkur. Hugskotið til útbúnaðin eigur Jón Nolsøe Olsen, sum tá var sølumaður hjá Vónini.
- Tað er P/F Vónin, sum eigur hetta kamera, ið eisini hevur verið brúkt til upptøkur, sum vísa, hvussu ristin riggar í svartkjaftatroli. Kamerarið hevur soleiðis verið ein týðandi partur í royndini at finna fram til best egnaðu ristina, so sleppast kann undan ov nógvari hjáveiði.
Ólavur sigur, at JT Electric hevur merkt sær, at stórur áhugi er fyri hesum kameranum, bæði í Føroyum og eitt nú í Grønlandi, og felagið væntar, at stórt potentiali liggur í hesum.
- Eg vænti, at vit frameftir fara at leggja nógva orku í at gera hendan útbúnaðin so vælegnaðan sum yvirhøvur gjørligt.
Hann sigur, at kameraið verður fest á trolið og fer niður við trolinum.
- Trupulleikin er, at myndin kann ikki síggjast fyrr enn eitt tóg aftur út – um vit so kunnu siga. Tað er nevniliga soleiðis, at tilber ikki sum er at hava samband úr kameranum og upp á brúnna, men vit arbeiða dúgliga við hesum. Vit royna soleiðis at leita upp útlendskar útbjóðarar, sum kunnu loysa hendan partin av skipanini. Tað ber ikki til at senda so langan veg tráleyst í sjógvi.
Sum er, er ein harðdiskur og digtalur-skíggi bygdur í kameraið, og ikki fyrr enn trolið er aftur á dekkinum, síggjast myndirnar, bæði á digtala skíggjanum og á telduskermi.

Slóðbrótandi tøkni
Ólavur sigur, at undirvatns-trolkameraið er slóðbrótandi og kann geva fiskimonnum og øðrum eina hollari vitan um trol, fisk og botnviðurskifti.
- Myndin er ógvuliga góð og klár, og vit hava ein 250 watt halogen projektør, sum lýsir upp fyri myndini. Kameraið kann fara heilt niður á 1000 metra dýpi. Í fyrsta lagi kunnu menn síggja, hvussu trol og fiskur skikka sær, og hava menn mistanka um eitt hvørt, ið ikki riggar, sum tað skal, kann vera, at kameraið veit at siga, hvat er áfatt.
Hann vísir á, at oljan er kostnaðarmikil, og tað er tíðin hjá skipum eisini, og tað er ikki óhugsandi, at kameraið kann verða við til at hjálpa skipum til eina uppaftur effektivari veiði og betri rakstur.
- Fiskimenn vilja fegnir, at myndin í "live" kann fáast upp á brúnna, meðan tóvað verður, men enn vita vit ikki í løtuni, nær hetta verður møguligt, leggur Ólavur aftrat.

Umtókt aliljós
Í eini 12 ár hevur JT Electric framleitt aliljós til smolt-og alivinnuna, sum í fyrsta lagi hava til endamáls at fremja øktan vøkstur og útseta kynsbúningina hjá laksi og sílum.
- Ljósini gera tað møguligt hjá alarum í størri mun at stýra fiskinum heilt frá smolti til slakt, og endamálið við ljósinum er at skapa tað ljós, sum dagslýsið er. Hetta ger, at fiskur kann setast út alt árið.
Ólavur sigur, at flestu alarar brúka hesi ljós, og hann er serliga fegin um tann stuðul, sum JT Electric í hesum sambandi hevur fingið frá føroyskum alarum í ár.
Felagið á Kambsdali hevur seinastu árini eisini selt hópin av aliljósum til útlandið, eitt nú til chilensku alivinnuna.
- Seinasta árið hava vit selt nógv ljós til eina stóra konsern, sum hevur sæti í Kanada. Hesi ljósini verða serliga brúkt í kanadisku alivinnuni, men eisini í skotsku og norsku alivinnuni, har konsernin eisini hevur sítt virksemi.
Ólavur sigur, at JT Electric framleiðir tvær støddir av ljósum, 400 watt og 1000 watt. Vanligt er, at smáir aliringar brúka tey smáu ljósini – og teir stóru tey størru. Vanliga hava menn eini tvey ljós í hvørjum ringi. Tey stóru ljósini verða burtur av brúkt í sjógvalingini.
Hann vísir á, at kynsbúgvin laksur missir reyða litin og gerst eisini leysari í kjøtinum.
- Tí er umráðandi hjá alarum at framskunda vøksturin og útseta kynsbúningina, sigur hann.

PLC-stýringar
Ein stórur partur av virkseminum hjá JT Electric er tøkni og forritan, og tí hevur fyritøkan eisini brúk fyri fólki við førleika innan el, maskinu, teldu og plc-stýring.
Ólavur sigur, at umframt sítt egna framleiðsluvirksemi, ger felagið eisini uppgávur fyri aðrar fyritøkur, eitt nú plc-stýringar til ymisk endamál.
- Vit kundu væl hugsað okkum, at vit høvdu onkran forritara aftrat, sigur hann.
Virksemið hjá JT Electric fevnir um meira enn video-kamera og ljós til alivinnuna og upptøkutól til trolarar.
- Vit framleiða og seta saman tað, sum vit duga best og keypa tað, sum aðrir duga betri enn vit. Vit hava nógvar undirveitarar at gera ting, sum vit áður gjørdu, og tað merkir, at vit nú brúka okkara orku øðrvísi. Vit hava heldur ikki etablerað eitt stórt sølunet, men lata aðrar umsita hendan partin fyri okkum.
Ólavur sigur, at JT Electric fer út á "markina" at leita eftir eksisterandi tøkni, sum síðan verður sett saman til tørvin hjá viðskiftafólkum.
- Viðskiftafólkini koma til okkara við hugskotunum, sum vit síðan gera alt fyri at fremja í verki, so úrslitið verður tað besta. Tað er soleiðis meira nisju-framleiðslu til eitt avmarkað tal av viðskiftafólki, sum vit leggja okkum eftir, sigur hann.

Hyggja frameftir
JT Electric fer at halda fram við teimum framleiðslum, sum nevndar eru í hesi samrøðuni, og felagið dylir ikki, at teir eru rættiliga spentir upp á kameraið, sum sett verður í trolið.
- Ein uppgáva hjá okkum verður eisini at betra um og menna tær framleiðslur, sum vit hava í fyritøkuni og tænastan, vit hava mótvegis okkara viðskiftafólki, skal eisini mennast uppaftur meira, sigur Ólavur Thomsen at enda.