Fish Fair
Sosialurin í Saltangará: El-fyritøkan, JT electric á Kambsdali, var millum føroysku fyritøkurnar, sum hevði bás á North Atlantic Fish Fair.
Mikudagin bjóðaði fyritøkan til móttøku á Kambsdali, har felagið hevur reist ein bygning. JT electric syrgdi fyri ókeypis bussferð av Fish Fair norður á Kambsdal, og fleiri nýttu høvi at síggja snotuligu hølini.
Serliga ljósini
Sosialurin vitjaði á básinum hjá JT electric mikudagin, har vit hittu stjóran í felagnum, Per Christensen.
Per greiddi okkum frá søgu felagsins, sum hevur fleiri ár á baki, men hesum skulu vit ikki gera burtur úr á hesum sinni.
JT electric eigur tvey dóttirfeløg, Tummas Thomsen í Klaksvík og JP electric ltd. í Chili, har dentur hevur verið lagdur á ljós til alivinnuna.
Á Kambsdali arbeiða 25 fólk, í Klaksvík 8-10, og í Chili eru tvey fólk knýtt at fyritøkuni.
Per sigur, at tað, sum fyritøkan serliga hevur lagt dent á, eru kendu og vælumtóktu ljósini til alivinnuna, sum hava til endamáls at seinka kynsbúningini, soleiðis at alifiskurin etur meira og veksur skjótari.
- Henda skipan er við tíðini útbygd til eisini at fevna um kamera, har fylgjast kann við fiskinum í kørunum ella ringunum og blunkljósi omaná skipanini, so aliringarnir eisini kunnu síggjast í myrkri.
Per sigur, at tað serliga eru aliljósini, sum sett verða niður í ringarnar, ið JT electric eru kendir fyri. Felagið byrjaði at framleiða hesi ljós fyri umleið 10 árum síðan, og síðan eru tey betraði so hvørt, sum árini eru gingin.
- Vit hava havt ein hampiliga stóran útflutning av hesum ljósum, serliga til Chili, sum alir nógvan fisk. Tann eina bíleggingin til Chili var uppá 200 ljós, men samlaða talið, sum farið er hagar, er eini 500 ljós. Vit hava eisini selt hesi ljós til onnur lond.
Stjórin sigur, at JT electric kann útvega smoltstøðum og alistøðum lidnar fóðurskipanir og aðrar skipanir til alivinnuna, tí felagið hevur stóran førleika og drúgvar royndir. Haraftrat kemur, at JT electric hevur neyvt samstarv við útlendsk feløg.
Fleiri bein
Per sigur, at upprunaliga var JT electric eitt vanligt el-instalatørvirki, sum tók sær av vanligum el-arbeiði, og tað er felagið eisini í dag. Sama er í Klaksvík.
- Men til tess at hava fleiri bein at standa á, byrjaðu vit at framleiða ljós
til alivinnuna, og tá ið hol varð sett á her, avgjørdu vit eisini at royna aðrar loysnir til alivinnuna.
Hann vísir á, at nú ein ávís kreppa er í alivinnuni, hevur JT electric enn
einaferð lagt seg eftir at skapa sær nýggjar møguleikar.
- Tí eru vit eisini farnir at selja el-talvur, bæði stórar og smáar, eins og vit hava el-motorar í nógvum støddum, sigur Per Christensen.
JT electric samstarvar eitt nú við donsku feløgini, El steel og Geveke teknik og Vaki i Íslandi.