Um fólk síggja fyri sær ein smákeðiligan mann í stívasta pussi, tá ið tey hugsa um ein búskaparfrøðing, so líkitst Juanna Schrøter Joensen alt annað enn einum búskaparfrøðingi.
Ungan kvinnan av Tvøroyri, sum er kend millum føroyingar sum góður flogbóltsspælari, hevur júst tikið PhD-útbúgving í búskaparfrøði, og í januar mánaði fer hon til Stockholm at starvast á tí mesta virda universitetinum í Europa innan búskaparfrøði.
Men hvussu ber tað til, at Juanna fór í holt við útbúgving sum búskaparfrøðingur.
- Tað er ein stór avgerð taka valið um útbúgving, tí tað er ein avgerð fyri lívið, so eg hugsaði meg væl um, áðrenn eg fór at lesa. Eg havi altíð havt áhuga fyri støddfrøði og fyri samfelagsfrøði, og mær dámar væl at blanda meg upp í kjak um samfelagslig viðurskifti, greiðir hon frá.
- So eg fór at lesa støddfrøði, og eg havi bæði bachelor og cand. í støddfrøði og búskapafrøði. Eftir hetta fekk eg eitt starv á Århus Univestitet sum hjálpari hjá nøkrum granskarum í arbeiðsmarknaðarbúskapi. Tað vakti áhugan hjá mær fyri gransking og búskapinum á arbeiðsmarknaðinum. Fólk hugsa ofta um pengar og íløgur, tá tey hoyra um búskaparfrøði, men tað eru eisini nógv onnur spennandi evni, sum mann kann fáast við, sigur Juanna.
- Eg upplivdi eisini, at gransking er ikki bara fólk í hvítum kiltum, sum standa í laboratiroum og gera royndir við djórum. Vit brúka nógv data um fólk, og tað er sera spennandi at granska í hesum.
Skil í galskapinum
Royndirnar frá hjálparstarvinum hjá granskarunum í Århus hevði við sær, at Juanna tók næsta stigið. Tað var fyri fýra árum síðani, tá ið hon fór í holt við at taka PhD í búskparfrøði. Nú hevði hon tikið búskaparfrøðina fram um støddfrøðina.
Vóru tað fólk, sum ivaðist í, um tað var á rættari kós við tínari útbúgving?
- Nei, tað upplivdi eg ikki. Sjálvt um fólk ikki hava rættiliga skilt, hvat eg havi verið í holt við, og eg kanska sjálv heldur ikki allatíðina havi skilt tað, so hava fólk litið á, at tað hevur verið skil í galskapinum, sigur Juanna.
Fólk síggja kanska ofta ein mann í slipsi fyri sær, tá ið tey hugsa um ein búskaparfrøðing, men hvussu er tann veruliga støðan?
- Ein partur av búskaparfrøðingunum starvast í bankaverðini, og har eru tað ofta menn í slipsi, men innan granskingarumhvørvinum er eitt sindur øðrvísi. Her á okkara leið eru tað framvegis fleiri menn enn kvinnur, sum granska og undirvísa í búskaparfrøði, men kemur tú út í heim, so eru tað næstan líka nógvar kvinnur sum menn, sum eru búskaparfrøðingar.
- Eg brúki ikki so í øllum førum ikki nógva tíð í klædningi og slipsi, mær dámar betur kovboybuskur og meira avslappandi klæði, sigur Juanna og flennir.
Eingir fordómar
Juanna Schrøter Joensen heldur, at fordómarnir, sum hava verið ímóti kvinnum sum búskaparfrøðingum eru burtur.
- Eg møti ikki fordómum, men eg hoyri frá teimum kvinnunum, sum eru eitt ættarlið eldri enn eg, at tær hava upplivað eitt sindur av hesum. Til dømis hevur Nina Smith, sum er kend frá vælferðarkommisiónini í Danmark verið úti fyri, at fólk ofta hava hildið hana verið skrivara hjá onkrum politikara, tá ið hon hevur verið úti og ráðgivið teimum um búskap. Sjálv havi eg ikki merkt nakað líknandi, tí nú er tað meira vanligt, at kvinnur fáast við búskaparfrøði, sigur Juanna.
- Eg undirvísi eisini einum flokki á universitetinum í Århus í búskaparfrøði, og har er meira enn helvtin í flokkinum gentur. Hinvegin vísir tað seg, at kvinnurnar falla frá, tá ið tær komu longur upp í skipanini. Tað er hørð kapping um at blíva adjunktar og professorar, og tað virkar, sum at kvinnum dámar ikki so væl slíka kapping, og so bakka tær út. Og kanska er tað okkurt við lyndinum hjá kvinnum, sum gera at tær so taka okkurt annað fram um.
- Men annars er granskingarumhvørvi sera fleksibult, tí tú ræður nógv yvir tí egnu tíð, og tú kanst gera títt arbeiði, tá ið tað passar best, bara tú gert tað, so tað ber væl til at hava familju og børn og samstundis hava eina karrieru sum granskari, sigur Juanna.
Eingi hagtøl at granska í Føroyum
Juanna hevur seinastu tíðina starvast sum adjunktur á universitetinum í Århus, og hon hevur tí megnað nakað, sum nógvar kvinnur ikki klára.
- Tað er hørð kapping um hesi størvini, og tað er ofta har, at kvinnurnar falla frá. Ofta skalt tú eisini flyta fyri at fáa arbeiði, og tað fari eg at gera í januar. Eg havi fingið eitt starv á universitetinum í Stockholm, sum verður roknað sum tað besta universiteti innan búskaparfrøði í Europa, og tá eg fekk tann møguleikan, kundi eg ikki siga nei. Tað er eisini universitetið í Stokholm, sum stendur fyri at lata Nobel-virðislønini í búspakarfrøði, so tað er eisini spennandi.
- Eg komi tó eisini at hava eitt sindur av tilknýti til universitetið í Århus. Tey fara møguleika at keypa meg leysan frá mínum starvi í Stockholm í styttri tíðarskeið, so eg kann arbeiða eitt sindur í Århus eisini. Tað er vanligt, at adjunktar arbeiða eina tíð í onkrum øðrum landi, enn har teir hava sítt starv.
Starvið sum adjuktunt ur er lutvíst undirvísing og lutvíst gransking, og Juanna manglar ikki hugskot til sína gransking.
- Eg havi fleiri hugskot um, hvat eg kann fara at granska í. Okkurt av tí, sum eg havi arbeitt við í míni PhD-ritgerð, fari eg at gera meira við.
- Hevði eg møguleikan at at granska okkurt í Føroyum, so kundi tað verið áhugavert, men eg eri nógv bundin av hagtølum, og tey eru ikki so góð í Føroyum. Danmark, Noreg og Svøríki eru millum tey bestu londin í heiminum til hagtøl um fólk. Eg kann brúka persónsnummarið hjá fólki og familjum og á tann hátt fylgja teimum í mínari gransking.
- Hagtøl er ikki tað, sum mann hevur mest av í Føroyum, og tað er ein stórur vansi fyri granskingina. Hevur tú ikki hagtøl, so verður alt bara teoretiskt, og tú kanst ikki royna tína teori og finna út av, um hon hevur hald í veruleikanum, sigur Juanna.
Fakta
Navn: Juanna Schrøter Joensen
Aldur: 28 ár
Føðistaður: Tvøroyri
Bústaður: Århus (flytir til Stockholm í januar)
Útbúgving: Cand. Scient. Oecon, PhD í búskaparfrøði
Joanna um PhD-ritgerðina
Heitið á PhD-ritgerðini er “Determinants and Consequenses of Human Capital Investments”. Ritgerðin snýr seg mest um útbúgvingarval, og um hvussu útbúgvingin til dømis ávirkar tað løn, sm tú fært, og tær íløgur, sum tu gert.
... um lestrarstørv
Ein partur av mínari PhD-ritgerð snýr seg um lestrarstørv. Ofta hevur tað verið hildið, at lestrarstørv órógva lesnaðin hjá fólki, men mín gransking vísir, at um tú arbeiðir millum 10 og 15 tímar um vikuna við síðuna av lesnaðinum, so er tað ein fyrimunur fyri lesnaðin. Hinvegin, um arbeiðið fer upp um 20 tímar, so er tað ein vansi fyri lesnaðin.
Um at flyta heim at arbeiða
Fyri fyrstu havi eg fingið eina spennandi avbjóðing í Svøríki, og tað hevur mín fyrsta prioritet nú, men eg skal ikki útiloka nakað. Eg eri jú føroyingur og havi familju her, so tað kann verða, at eg flyti heim at arbeiða seinni, men tað fer tíðin at vísa.
... um flogbólt
Eg var við á flogbóltslandsliðnum á Oyggjaleikunum í Hetlandi, men síðani eg fór til USA, havi eg ikki gjørt tað stóra við flogbóltin. Eg venji tó eitt sindur við mínum fyrrverandi felagi, SK Århus, og nú tær hava havt nakrar skaðar, havi eg hjálpt teimum eitt sindur. Men meira fái eg tíverri ikki tíð til.