Hóast fleiri guðfrøðingar, listafólk og onnur ofta hava spælt sær við tankanum um, hví Judas mundi svíkja Jesus, so er Judasevangeliið tað fyrsta forna handritið, sum vil vera við, at tað var Jesus, sum bað Judas gera tað. Flestu guðfrøðingar eru nevniliga samdir um, at tað neyvan er sannlíkt, at tað var av peningaligum orsøkum, at Judas læt seg freista av 30 silvurpengum at svíkja sín leiðara. Tó stendur í Jóh. 12, 4, at Judas var óreiðiligur í peningaviðurskiftum, ja, har stendur beinleiðis, at hann var tjóvur. Hann var nevniliga kassameistari hjá lærusveinunum.
Sambært Luk. 22, 3 og Jóh. 13,2 og 27 er tað tó Sátan, sum er farin í Judas, áðrenn hann svíkir Jesus.
Jesus er bæði í Matt., Mark. og Luk. er rættiliga hvassorðaður ímóti Judasi, tá hann undir kvøldmáltíðini skíriskvøld kunnger, at ein av lærusveinum fer at svíkja hann.
Sjálvt svikið fór sum nevnt fram við einum kossi. Samb. Luk. 22,48 spyr Jesus: Judas, svíkur tú menniskjusonin við einum kossi, meðan Matt. 26,50 endurgevur Jesus fyri at siga við Judas Vinur mín, hví ert tú higar komin. Tann danska útgávan av sama ørindi ljóðar Min ven, nu har du gjort dit, og svenskar og norskar útgávar stuðla meira tí donsku, men har er tann føroyska umsetingin hjá Jákup Dahl saman við enskum og týskum umsetingum helst nærri teimum griksku handritunum.
Í Matt. 27 stendur, at Judas iðraði seg, kastaði peningin aftur inn í templið til og fór burtur og hongdi seg. Høvuðsprestarnir keyptu síðani jørð fyri peningin. Ápostlasøgan ber tó eitt sindur í bøtuflaka fyri Judas og ger hann til ein part í Guðs frelsuætlan. Í kap. 1,16-19 stendur, at skriftarorðið skuldi ganga út, og at hetta var orsøkin til, at Judas sveik Jesus. Hinvegin stendur í Ápostlasøguni, at tað var Judas sjálvur, sum keypti jørðina fyri pengarnar, og at hann seinni stoyttist eftir høvdinum, og støkk sundur um miðjuna, so allir innvølirnir komu út.
Jesus skuldi sleppa undan likaminum
Tær fyrstu øldirnar eftir at Jesus hevði livað her á foldum, gingu nógvar søgur um hann og hansara lív. Judasarevangeliið er helst skrivað av sokallaðum gnostikarum, sum m.a. trúðu upp á, at øll hava ein himmalskan neista í sær, men at hann er fangaður í kroppinum, sum er av tí ónda. Rithøvundurin, sum hevur skrivað Judasarevangeliið hevur helst hildið, at Judas vildi gera Jesusi eina tænastu við at slatra, hvør hann var, tí so slapp hesin neistin úr kroppinum hjá Jesusi, tá hann doyði.
Fleiri onnur handrit, sum hildið verður at gnostikarar hava skrivað, eru eisini funnin seinastu árini, m.o. evangeliini eftir Tummas, Mariu Magdalenu og Filip.
Gnostikararnir vóru ofta undir eftirliti av biskuppum og fornkirkjuligum leiðarum, sum ákærdu teir fyri ranglæru.
Hóast Judasarevangeliið ikki varð lagt fram fyri almenningin fyrr enn seinasta hósdag, so hava vísindafólk leingi vitað av hesum teksti, hóast tey flestu munnu hava hildið, at hann langt síðani var farin fyri skeytið. Kirkjufaðirin Ireneus, sum doyði umleið ár 200, nevnir Judasarevangeliið í einum av sínum tekstum. Spurningurin er tí, um talan kann vera um sama tekst, av tí tað júst almannakunngjørda handritið, sum nevnt er frá ár 220 og 340 eftir Kristus, meðan hetta helst er frá 180, um Ireneus skal hava vitað av tí.
Judas elvt til stríð
So hóast Judas sum heild hevur verið umrøddur sum the bad guy tey seinastu 2000 árini, so tykist tað nú, sum eygfaringin og viðgerðin av honum er vorðin eitt sindur margbroytt og nuanserað.
Judas hevur sum nevnt eisini verið ein áhugaverdur persónur hjá listafólki gjøgnum tíðirnar. Tað var nevniliga ikki bert í teimum fyrstu øldunum eftir Krist, at Judas hugtók gnostikarar og onnur. Sum dømi kunnu vit nevna sangleikin hjá Jesus Christ Superstar hjá Andrew Lloyd Webber og Tim Rice, har Judas hevur ein av høvuðsleiklutunum, og ikki minst filmin The Last Temptation of Christ hjá Martin Scorsese, ið júst hevur sama point sum Judasevangeiliið, nevniliga, at kossurin í urtagarðinum í Getsemane var avtalað spæl millum Jesus og Judas. Tó var her ikki talan um nakra gnostiska grundgeving, men at Judas var hetjan, sum skuldi gera tað skitna arbeiðið. Filmurin vakti mikla øsing, tá hann kom fram í 1988. Ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, og í hvussu er ein persónur misti lívið í einum av samanbrestunum uttan fyri biografar, ið vístu filmin. Tíbetur vóru teir føroysku samanbrestirnir mest at síggja í lesarabrøvum í bløðunum. Filmurin varð, nevniliga sagdur at vera gudsspottandi, hóast hann hóast alt endaði við, at Jesus, við sínum tveimum náttúrum sum bæði Guð og menniskja, fullførdi sítt verk og heldur valdi at frelsa mannaættina enn at stovna familju og fáa sær konu og børn. Í filminum yvirtalaði Judas hann nevniliga til at velja ta guddómmiligu náttúruna fram um ta menniskjasligu og harvið bjarga mannaættini.