Judith Nielsen farin

8. november 1924 - 17. august 2005

Mikukvøldið andaðist Judith Lilholm Nielsen, Keypmannahavn, 80 ára gomul. Hóast Judith hevur verið á røktarheimi seinastu árini, tí minnið var farið at bila, so hevur hon havt tað gott kropsliga, til hon mikumorginin gjørdist álvarsliga sjúk og varð innløgd á Bispebjerg Hospital.

Judith Hansen, sum var upprunanavn hennara, vaks upp í Havn í heiminum hjá Edvard og Biritu Lindenskov, har hon var tann elsta í barnaflokkinum. Hon var ein av døtrunum hjá Annu og Tummas í Leynum, tey, sum settu búgv í Múlheiðum. Anna, dóttur Elsu og Jens á Trøðni - og Tummas var sonur Annu og Mikkjal, bóndafólkini á Uppistovugarðinum í Leynum.

Barnaflokkurin í Múlheiðum taldi 15, og tey komu øll væl undan. Í 1944 mistu tey pápan. Tummas sló út av trolaranum »Skálaberg« á fiskiveiðu. Í 1952 doyði Anna.

Judith var fjórða í røðini av systkinaflokkinum í Múlheiðum. Hon var níggju mánaðir gomul, tá hon kom til Havnar í 1925 at vera hjá Biritu og Edvard Lindenskov í Rættará. Tummas í Leynum og Birita vóru systkinabørn.

Barnaárini gekk Judith í skúla hjá Amaliu Joensen, Christines Minde (Bauers hús) í Rættará, síðan í realskúla og eftir lokið prógv beint fyri kríggið í 1939 var at finna sær arbeiði, tí hóast evnini til víðari lestur vóru hildin at vera har, varð einki gjørt við tað, tí hóttandi heimsstríð stóð fyri durum, og tað læsti fyri so mangari ætlan hjá teim ungu.

Judith fór á Telefonstøðina sum boðgenta, m. a. at bera boð niðan á Telegrafstøðina, álitisstarv var hetta, nú kríggj var, og alt sum bar á brá av militeri var undir strongum eftirliti. Síðan hjá Kaaber, tannlækna og fer so á sakføraravirkið hjá Husted Andersen, landsrættarsakførara. Her var hon øll árini, til Husted Andersen flutti av landinum í 1950, men Judith helt fram í sakføraravirkinum, sum nú gekk undir navninum Per Kehler og Leivur Lützen, landsrættarsakførarar.

Judith var eisini skrivari hjá próstinum, reinskrivaði tekstir til føroysku sálmabókina og bókina Víkingasynir.

Í 1953 fluttu Judith og Henning Lilhom Nielsen av landinum, tey giftust í 1949. Hann kom til Føroya sum slaktarameistari í Smæruni í 1947. Henning stovnaði slaktarabúð í Keypmannahavn - og slaktarin á Jydeholmen í Vanløse hevur framvegis gott navn á sær. Nú rekur sonurin Bent handilin, har 10 fólk starvast.

Henning doyði í apríl 1993, 70 ára gamal, sjálv var hon tá givin á sakføraravirkinum Oppenheim & Prangen, men longu tá var farið at bila við heilsuni, og Judith hevur seinnu árini búð á røktarheimi í Brøndshøj.

Judith var livandi og virkin, nærløgd, hon gloymdi ongan, hevði gott samband við øll síni, og eingin serligur dagur fór framvið, at hon ikki mintist.

Hóast minninum hevur bilað, so kundu skyldfólk og kenningar fegnast við blíða bros hennara, tá vitjað var á røktarheiminum í Bystævneparken í Brøndshøj, tí tað bar boð um, at hon kendi, hóast hon ikki fekk sagt stórt meir enn einstøk orð, so váttaði brosið, at hon fataði og nam.