Julia Skripal er útskrivað av sjúkrahúsinum

Julia Skripal, sum var offur í nervaeitursálopi saman við pápa sínum í Salisbury í Onglandi, er útskrivað av sjúkrahúsinum, veit sjónvarpsstøðin Sky at siga í morgun

Julia Skripal, sum var offur í nervaeitursálopi saman við pápa sínum í Salisbury í Onglandi, er útskrivað av sjúkrahúsinum, veit sjónvarpsstøðin Sky at siga í morgun.

 

Tað var tann 5. mars, at dupultnjósnarin Sergej Skripan og dóttir hansara gjørdust álvarsliga sjúk, tá tey vórðu eitrað við nervaeituri í Salisbury.

 

Sergej Skripan er 66 ára gamal, og dóttirin Julia er 33 ár.