Julian kom á ukens lag

Fótbóltur: Skoraði fyri fyrstu ferð í tippeliguni, og tað sóu fleiri umboð fyri útlendsk feløg

Nú skulu vit ikki dryppa nakran beiskan smakk í sigursbikarið hjá HB, men kanska finnast tað framvegis onkur á aldukambinum, sum minnast ta ferðina, tá HB tapti 10-0 í Intertoto móti Tromsø.

Millum spælararnar ta ferðina var Julian Johnsson. Síðani tá hava Tromsø og HB ikki havt nakað við hvørt annað at gera, men sunnudagin tóku Julian Johnsson og hinir í Kongsvinger ímóti Tromsø, og ikki kann sigast annað, enn at Julian hevndi eyðmýkingina ta ferðina.

?Hærfører Julian viste vej?, staðfesti lokalblaðið í Kongsvinger í gjár, og tá TV2 í Noreg sunnukvøldið setti teir ellivu spælararnar, sum teir mettu høvdu staðið seg best í hesum umfarinum, á eitt lið, var Julian Johnsson á miðvøllinum.

Eina ferð fyrr í summar hevur Julian Johnsson verið á ugens lag, sum teir siga, men hetta var fyrsta ferðin, at hann royndi seg sum málskjútti í landskappingardysi. Barar tríggir minuttir vóru farnir, tá hann fekk bóltin á miðjuni, setti ferð og smekkaði framvið málverjanum, tá hesin kendi seg noyddan at leypa út.

? Tað var ein frágera góð kensla. Eg havi áður skorað í onkrum venjingardysti, men hetta var fyrsta málið í landskappingini, og tú kanst ætla, at tað hevur hevur árin á sjálvsálitið, sigur ein glaður Julian Johnsson úr Kongsvinger.

Í fyrstu atløgu vónar hann, at málið kann sannføra venjaran um, at hann er rætti maðurin á miðvøllinum, og økt sjálvsálit og størri kredittur frá venjaranum kann brúkast til so mangt í framtíðini.

Kongsvinger var á odda 1-0 eftir fyrra hálvleik, og teir øktu til 2-0, áðrenn Tromsø trýst hevði eitt mál við sær. Sigurin var kortini ongantíð í vanda.

Er hetta ein betri venjari, enn tann, sum tit høvdu frammanundan?

? Tað er einki at ivast í, at intensiteturin er væl størri í venjingini nú, enn hann var frammanundan, og tað hevur sjálvandi nógv at siga. Vit eru framvegis í stórum niðurflytingarvanda, men 2-1 sigurin hesa ferð ger, at tað eru bara tvey stig upp til Strømgodset. Teimum skulu vit spæla ímóti næstu ferð, og vinna vit tá á útivølli, so eru vit omanfyri strikuna aftur, staðfestir Julian Johnsson. Tá vit høvdu hann í telefonini var hann akkurát komin frá fyrrapartsvenjingini í gjár, og sjálvandi var lagið gott undir venjingini:

? Vit høvdu ikki vunnið síðani 21. august, men so skal eisini leggjast afturat, at í hesum tíðarbilinum hava vit spælt móti fleiri av oddaliðunum. Nú eru trý umfør eftir, og so er at vóna, at tað fer at hilnast væl.


Altjóða umhvørvi

Noreg er frammarlaga á nógvum økjum, og ikki minst í liðfótbólti hava teir gjørt vart við seg hesi seinnu árini.

Mótstøðuliðið hjá Kongsvinger næstu ferð er sum sagt Strømgodset. Men áðrenn Strrømgodset tekur ímóti Juliani og teimum hava teir Europa Cup uppgávu á heimavølli at hugsa um. Í kvøld skulu teir spæla móti Aston Villa, sum er oddalið í eingilsku kappingini. Og tað kann væl henda, at Strømgodset fer at gera av við Aston Villa, tí eingilska oddaliðið vann bara 3-2 á heimavølli, eftir at norska liðið hevði verið á odda.


Fleiri hugdu at

Tað er stórur altjóða áhugi fyri norskum spælarum, og í minsta lagið tveir, sum vóru komnir fyri at meta um spælarar, hugdu at, tá Julian Johnsson skoraði móti Tromsø.

Annar var ein umboðsmaður fyri Blackburn. Hann var serliga komin at skoða Rune Lange, U-21 landsliðsmaður úr Tromsø, og hin var komin úr Stuttgart at síggja, hvussu tað gekk hjá Jon Inge Höiland, sum er vongverji hjá Kongsvinger og eisini hevur verið á U-21 landsliðnum.

Hvussu við tær sjálvum, hevur tú fingið nakað boð aðra staðni frá?

? Eg havi sáttmála við Kongsvinger í tvey ár afturat, og fyribils havi eg hugsanirnar savnaðar um at

standa meg so væl her, sum tað ber til. Eg kenni tað framvegis soleiðis, at stríðið fyri at sleppa á liðið her og fyri at sleppa undan niðurflyting mennir meg sum spælara. Í fjør var tað stuttligt at vinna FM við B36, og tá gekk alt sum eftir ánni. Hetta er heilt øðrvísi og truplari á allan hátt, men tað er mennandi, og tað dámar mær væl, sigur ein væl nøgdur Julian Johnsson úr Kongsvinger.