Julian skoraði ímóti Swansea

Føroyski miðvallarin var av álvara í miðdeplinum, tá Hull togaði seg upp á næstfremsta plássið

 

Ongland


Tað gongur strúkandi. Bæði hjá Hull og hjá Juliani Johnsson.

Leygardagin høvdu teir vitjan av Swansea, og øll trý stigini vóru eftir í Hull. Tað vil við øðrum orðum siga, at Julian Johnsson og teir framvegis eru ósigraðir, og teir halda kósina ímóti uppflyting. Sigurin á Swansea hevði við sær, at Hull nú er næstfremst.

Brian Little hevði givið teimum somu ellivu møguleikan, sum í dystinum frammanundan høvdu staðið seg so væl.

Við 15 talinum á rygginum var Julian Johnsson ein av berandi kreftunum á miðvøllinum. Hull hevði takið mest sum alla tíðina. Álopini skolaðu ímóti mótstøðumálinum, og teir 10.440 áskoðararnir fagnaðu sínum liði óført, tá tað í 34. minutti eydnaðist fyrrverandi Leicester álopsmanninum, Lawrie Dudfield, at stúta innlegg úr vinstru í málið.

Í fyrsta minuttinum eftir steðgin økti Julian Johnssson um leiðsluna. Fyrsta málið fyri Hull flutkaði hann úr níggju metra fjarstøðu. Bólturin varð stútaður út frá aftur eftir at innlegg var komið innfyri.

Hull hevði møguleikar at skora uppaftur fleiri mál, og teir mettu seg vera snýttar fyri tvey brotsspørk.

Tað kom eitt sindur dátt við, tá Swansea í 71. minutti minkaði um munin, men Hull var væl nærri við at økja, enn gestirnir vóru til at javna.

Julian Johnsson var á vøllinum alla tíðina, og í 78. minutti fekk hann gula kortið.

Landsliðið skal annan leygardagin spæla í Slovenia. Tað er sera harmuligt, at Julian Johnsson ikki verður við, tí hann er leikbannaður.