Julian vann

Tað glapp burtur ímillum í fríggjadagsútgávu okkara, men føroyingauppgerðin í Íslandi mikudagin endaði við, at Julian Johnsson og ÍF vunnu 2-0 á útivølli móti Fram. Allir tríggir føroyingarnir byrjaðu inni á vøllinum, og eftir ein javnan fyrra hálvleik eydnaðist beint undan steðginum ÍF at leggja seg á odda.
Fyri Fram var seinni hálvleikur einki serligur. Málverjin fekk reyða kortið, og beint eftir økti ÍA til 2-0. Og síðani fóru tríggir av leikarunum hjá Fram skaddir av vølli. Teirra millum stórspælarin, Rikhardaru Dadason.
Úrslitið ber við sær, at ÍA nú er á øðrum plássi í deildini, men saman við Fram hava teir so leikt ein dyst fleiri enn hini liðini.
Í Fram tykist lagið tó framvegis at vera gott. Á heimasíðuni verður sagt, at nú trý umfør eru leikt, er talan um bestu úrtøku felagsins í fleiri ár, og tí halda tey, at hóast tapið, so hevur felagið nógv at fegnast um.