Juliannuboysarnir Árni og Marnar Andreasen við nýggjari fløgu

Tíðindaskriv

Nýggj fløga við eldri áhugaverdum Føroyskum slagarum verður í sølubúðunum síðst í november. Fløgan nevnist »Skýmingstund«. Eisini er gjørt pláss fyri nøkrum útlendskum sangum, ið føroyingar hava tikið til sín, sjálvsagt eru hesir klæddir í ein Føroyskan málbúna.
Tvíburðarnir hava ferðast landið á tamb, og ikki er nakað pláss, har teir ikki hava hugtikið tann dansandi, við teirra tvírøddaðu framførðslu av júst teimum mongu slagarunum, ið eru á fløguni.
Hetta má metast sum ein rein føroysk dansifløga, har teir eru trúgvir móti tí uppruna, sangirnar eru sprottnir úr. Ikki ov nógv spæl fyri gallarínum men eitt siktið beint inn í teir inniligu hjartastreingirnar.
Nakrir av sangunum hava verið á øðrum útgávum í Føroyum, men eisini sleppa Keld Heick, Everly beiggj-arnir og hvalbiar brøðurnir við sínum íkasti. Ein sangur, sum hevur verið og framvegis verður nógv nýttir, tá fólk koma saman at hugna sær, er norski Skjønne Helen. Nú verður so møguligt at hoyra hann á føroyskum. Munnu tvíburðarnir hjá Julionnu ikki fara at vinna mong hjørtu við honum, hóast vælvitandi, hvussu vanabundnir okkara landsmenn eru.
Eitt annað, ið er áhugavert, er at øll framleiðslan verður avgreidd í Føroyum. Fløgan er innspæld í M"as Blues Band upptøkuhølunum í Tórshavn.
Reproarbeiði og prent verður somuleiðis gjørt í býnum. Sjálva framleiðsl-una av fløguni hevur Regin Bjarnastein um hendi. So tað er ikki neyðugt at fara út um landoddarnar í nøkrum av lutunum av hesari fløgu.
Hetta er fyrstu ferð, at Árni og Marnar geva út fløgu. Teir hava tó verið við á ymsum bondútgávum m. a. Black Birds. Tað er Árni, ið hevur leikt tey flestu ljóðførini, aðrar góðar kreftir hava eisini gjørt sítt íkast fyri at fløgan kann gerast so góð sum møguligt.
Petur Hermansen á steelguitar og Hans Andrias Højgaard úr Twilight á tangentum, fyri at nevna tveir.