KÍ bjóðar av

Klaksvíkingar hava nú vunnið 8 av teimum seinastu 9 dystunum og bjóða av í toppinum í Effo-deildini

Eftir eina heldur slaka byrjan upp á kappingarárið, hevur KÍ rættiliga fingið ferð á sein­astu vikurnar, og nú bjóða klaks­víkingar av í toppinum í Effo-deildini.
Sunnudagin var ÍF á vitjan í Klaksvík, og trý stig vóru á muni millum tey bæði feløgini, sum eru í hølunum á oddaliðnum EB/Streymi.
Dysturin í Klaksvík var ikki av teimum bestu, og serliga í fyrra hálvleiki var tað ÍF, sum vísti meira enn heimaliðið. KÍ fekk ongantíð veruligt flog á sítt spæl, men klaksvíkingar vóru vandamiklari enn fugl­firðingar og høvdu teir størstu kjansirnar.

Páll gongur undan
Páll A. Klettskarð hevur gjørt fleiri týðandi mál fyri KÍ sein­astu vikurnar. Tað var hann, sum setti gongd á KÍ, tá ið klaks­víkingar vunnu fyrsta dystin í Effo-deildini, og tað er Páll, sum fleiri ferðir hevur gjørt avgerandi mál seinastu um­førini.
Og Páll var aftur upp á spæl sunnudagin. Andy Olsen legði inn fyri, og so kundi Páll stúta bóltin í málið. Hetta var í fyrra hálvleiki, og tá ið liðini komu út eftir steðgin, varð roknað við, at ÍF fór at trýsta fyri at gera mál.
ÍF gjørdi eisini eina roynd, men spælið var ikki eins gott í seinna hálvleiki, og fugl­firð­ingar høvdu trupul­leikar við at skapa málmøguleikar. Páll A. Klettskarð hevði hinvegin tveir risamøguleikar afturat at skora, men Jákup Mikkelsen vardi fyri.
Seinastu løtuna sendi ÍF verjuspælaran Bartal Eliasen fram í álopið, men deyðbóltar og innlegg høvdu ikki so góða góðsku, at Bartal veruliga kundi brúka sína styrki við høvd­inum.
Dysturin fjaraði út, og klaksvíkingar vóru væl nøgdir við tey trý stigini, sum teir vunnu, hóast teir ikki høvdu spælt sína besta dyst. Tað líkist ein­um toppliði – og tað er tað, KÍ er í løtuni