Tað er sera gott lag í Klaksvík í kvøld. Í gjár fegnaðust tey yvir, at FM í kvinnufótbólti er komið heimaftur, sum tey siga, og í dag fegnast tey um, at tað lagaði seg so mikið væl fyri teirra lið í dag, at KÍ nú tað resta trý umfør er topplið.
ÍF vísti seg at vera alt annað enn botnlið, sum einki hevur at spæla fyri. Fuglfirðingar stríddust, og teir vóru fleiri ferðir í seinna hálvleiki við at skora og javna, men KÍ reið stormin av og vann 3-0. Breiddin á KÍ liðnum vísti seg at hava stóran týdning.
KÍ og B36 eru jøvn í stigum, men málmunurin hjá klaksvíkingum er betri, enn hann er hjá B36.
Tað kann fara at vísa seg at hava avgerandi týdning í kappingini um FM, at B36 í síðstu atsóknini av øllum ímóti HB javnaði til 2-2. Benjamin Heinesen skoraði bæði B36 málini, meðan fyrra HB málið var sjálvmál og Brynjar Hlöðversson eftir horna skoraði tað seinna.
Í Runavík legði NSÍ fyri triðju ferð á rað rygg til heimatap. 2-0 Víkingasigurin ber við sær, at FM møguleikin hjá NSÍ er burtur. Nú snýr tað seg um at halda tørn um triðja plássið, bronsukrónurnar og rættin at luttaka í Europa næsta summar.
Sigurin ber við sær, at Víkingur framvegis hevur møguleika at røkka plássi í europeisku kappingini næsta summar. Andreas Lava Olsen legði beinanvegin Víking framum, og Philip Djordjevic staðfesti sigurin.
Víkingur var meiri ágangandi í álopsspælinum, enn víkingarnir ofta plaga at vera, og hjá NSÍ vísti tað seg at vera striltið at finna rætta lagið.
Bæði Skála og EB/Streymur vunnu á útivølli. EB/Streymur vann á útivølli ímóti TB, sum legði seg fram við fínum langskoti, sum Rógvi Joensen stóð fyri. Ragnar Samuelsen javnaði, og Arnbjørn Hansen syrgdi við stútara eftir fríspark fyri, at EB/Streymur hevur øll stigini norður aftur við sær.
Á Argjum legði Jákup Johansen Skála framum, og Haraldur R. Højgaard økti um munin til 2-0 við brotssparki. Lukas Giessing hevði stóran møguleika undan steðginum at minka um munin, men Karstin Hansen í Skálamálinum bjargaði brotssparkinum.
KÍ – ÍF 3-0 (1-0)
1-0: Torbjørn Grytten
2-0: Jóannes Bjartalíð
3-0: Patrik Johannesen
NSÍ – Víkingur 0-2 (0-1)
0-1: Andreas Lava Olsen
0-2: Philip Djordjevic
B36 – HB 2-2 (0-1)
0-1: sjálvmál
1-1: Benjamin Heinesen
1-2: Brynjar Hlöðversson
2-2: Benjamin Heinsen
AB – Skála 0-2 (0-2)
0-1: Jákup Johansen
0-2: Haraldur R. Højgaard br
TB – EB/Streymur 1-2 (1-1)
1-0: Rógvi Joensen
1-1: Ragnar Samuelsen
1-2: Arnbjørn Hansen
KÍ | 24 | 18 | 3 | 3 | 53 | 16 | 57 |
B36 | 24 | 18 | 3 | 3 | 48 | 18 | 57 |
NSÍ | 24 | 16 | 3 | 5 | 58 | 27 | 51 |
Víkingur | 24 | 15 | 3 | 6 | 48 | 31 | 48 |
HB | 24 | 13 | 6 | 5 | 57 | 25 | 45 |
Skála | 24 | 9 | 1 | 14 | 25 | 30 | 28 |
TB | 24 | 5 | 4 | 15 | 19 | 47 | 19 |
EB/Streymur | 24 | 5 | 3 | 16 | 24 | 52 | 18 |
AB | 24 | 4 | 3 | 17 | 23 | 59 | 15 |
ÍF | 24 | 1 | 3 | 20 | 21 | 69 | 6 |
Leygardagin 5. oktober
25. umfar
EB/Streymur - B36
ÍF - AB
Víkingur - KÍ
Skála - TB
HB - NSÍ