KÍ er einsamalt oddalið

Eftir dagsins dystir í Effodeildini er eitt einstakt lið nú ovast á trónini í Effodeildini.

Fýra dystir eru spældir í Effodeildini. Fyrsti dysturin í hesum umfarinum varð spældur í gjár ímillum Skála og Víking. Hesin dysturin endaði við sigri til Víking, sum endaði 1-3. Álvur Christiansen legði Skála á odda við brotssparki, men víkingarnir komu sterkt aftur. Andrias Lava Olsen javnaði í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki avgjørdi Hans Pauli Samuelsen dystin við tveimum málum.

 

Sigurin hjá Víkingi merkti fyri KÍ og B36, at hesi lið skuldu vinna sín dyst í dag fyri at standa sum oddalið eftir 12. umfar í Effodeildini. Í Klaksvík vann KÍ favorittsigur ímóti TB við máli, ið Jóannes Bjartalíð skoraði longu í fyrsta minutti. Harvið er KÍ einsamalt oddalið í Effodeildini.

 

Verri gekk hjá B36, sum í Fuglafirði ikki fekk meira enn javnleik - 0-0. Talan var um rættiliga linligan dyst.

 

Í Gundadali var sonn málveitsla, har HB tók ímóti NSÍ. Runavíkingarnir kundu fara glaðir og væl nøgdir til hálvleiks við støðuni 0-2 - Pól Johannus Justinussen og Klæmint Andrasson Olsen skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Í hálvleikinum bleiv Poul Ingason settur á vøllin hjá HB, og hendan útskiftingin gjørdi knasandi góðan mun, tí at Poul Ingason skoraði tvey mál í teimum 45 minuttunum, sum hann spældi í dag. Tað rakk tó ikki til stig, tí at Petur Knudsen og aftur Pól Johannus Justinussen skoraðu fyri NSÍ. Øssur Dalbúð minkaði í yvirtíðini um munin, men endaliga úrsltiið gjørdist 3-4 til NSÍ.

 

Á Svangaskarði var satt botnbrak ímillum B68 og AB. Her stevndi AB ímóti sigrinum ein stóran part av dystinum. Bert 17 ára gamli Bjarki C. Nielsen legði AB á odda í fyrra hálvleiki, og stutt eftir hálvleikssteðgin økti Patrik Johannesen til 2-0. Toftamenn komu tó sterkt aftur, tí at við málum frá Hákuni Edmundssyni og Michal Przybilski tryggjaðu teir sær eitt stig. Tað endaði 2-2 á Toftum.

 

Eftir 12 umfør er stigatalvan í Effodeildini nú hendan:

 

1. KÍ 26 stig

2. Víkingur 25 stig

3. NSÍ 24 stig

4. B36 24 stig

5. HB 18 stig

6. ÍF 15 stig

7. AB 9 stig

8. Skála 9 stig

9. TB 9 stig

10. B68 5 stig.

 

Hagtølini frá dagsins umfari kunnu síggjast niðanfyri:

 

 

HB-NSÍ 3-4 (0-2)

0-1: Pól Johannus Justinussen 09.

0-2: Klæmint Olsen (brotsspark) 40.

1-2: Poul Ingason 51.

1-3: Petur Knudsen 58.

2-3: Poul Ingason 62.

2-4: Pól Johannus Justinussen 75.

3-4: Øssur Dalbúð (brotsspark) 90.

 

KÍ-TB 1-0 (1-0
1-0: Jóannes Bjartalíð 1.

 

B68-AB 2-2 (0-1)

0-1: Bjarki C. Nielsen 28.

0-2: Patrik Johannesen 53.

1-2: Hákun Edmunsson 55.

2-2: Michal Przybilski 63.

 

 

ÍF-B36 0-0