KÍ er meistari

Sum vant greiddu klaksvíkskvinnurar sína skyldu, og tá B36 so snávaði á Toftum, kundi meistaraheitið staðfestast í í fjórð-seinasta umfarinum

Fotbóltur

KÍ hevur í serflokki verið besta liðið í føroyskum kvinnufótbólti í ár, og mikukvødlið kundu tær so staðfesta, at lønin fyri hetta er triðja meistaraheitið á rað.
Tað var annars ikki væntandi, at staðfestingin fór at koma fyrr enn sunnudagin komandi, tá KÍ á heimavølli tekru ímóti Skála, men tá B36 nú snávaði á Toftum, so søgdu klaksvíksgenturnar ikki nei-takk.
Fyri stuttum var GÍ fyri rættiligum avsmurningi, tá tær í Klaksvík lótu 13 mál fara ígjøgnum, men so galið gekk tað hóast alt ikki hesaferð.
KÍ var tó alla tíðina betra liðið, og tað var ongan tíð ivi um, hvønn veg dysturin fór at koppa. Fyrri hálvleikur var hálvrunnin, tá Elsa Maria Simonsen fekk hol á eftir horna, og tá so GÍ-verjuleikari varð rikin av vølli fyri at nýta hondina, tóktist eitt skrædl vera í vantu. Rannvá Andreasen ? sum aftur hevur beina kós móti gylta stylvanum ? skoraði trygt, men eftir hetta dovnaði spælið tó nakað.
Talan gjørdist sostatt ikki um nakra endurtøku av sorlinum í Klaksvík, men KÍ kundi tó staðfesta sigurin, tá Rannvá Andreasen í seinna hálvleiki skeyt sítt 15. mál í endaspælinum.
Sum nevnt, so gjørdist dysturin eisini ein staðfesting av meistarheitinum hjá KÍ. Alt árið hava tær verið oddalið, og tó at tríggir dystir eru eftir at spæla, so er munurin longu nú somikið stórur, at tær verða ikki tiknar, og einasti spenningurin tykist vera, hvørt tað hesa ferð man eydnast teimum at vinna kappingina við fullum stigatali.

GÍ-KÍ 0-3 (0-2)
0-1: Elsa Maria Simonsen
0-2: Rannvá Andreasen (br.)
0-3: Rannvá Andreasen