KÍ er nú topplið

1.DEILD: Eftir 7-0 tap í Klaksvík hevur ÍF framvegis einki stig vunnið

KÍ er ovast í Effo-deildini, og KÍ er ovast í næstbestu deildini. Við trivaligum 7-0 heimasigri ímóti ÍF lyftu teir næstbestu hjá KÍ seg í kvøld upp um NSÍ, sum hevur verið topplið so at siga alt kappingarárið.

Leygardagin skal NSÍ spæla í Trongisvági, og tá er møguleiki hjá teimum gulu at taka oddasessin aftur.

KÍ er topplið við 23 stigum fyri ellivu dystir, NSÍ hevur 22 stig fyri tíggju dystir, og ÍF er aftast við ongum stigi eftir at hava spælt ellivu dystir.

 

Í kvøld var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Inntil ein hálvur tími var farin, var støðan 1-0. So gekk skjótt, tí ein hálvan tíma seinni var 7-0.

 

 

Hósdagin

KÍ-ÍF 7-0 (5-0)

1-0: Petur Andreasen 8.

2-0: Henry Heinesen br 32.

3-0: Aksel Danielsen 35.

4-0: Aksel Danielsen 39.

5-0: Petur Andreasen 41.

6-0: Henry Heinesen 56.

7-0: Heðin Klakstein 58.

Dómari: Janus Fossdalsá

 

Fríggjadagin

B68-Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 19.00

Giza Hoyvík-B36: Súni Fríði Johannesen kl. 20.00

AB-HB: J. Hendrik Ellefsen kl. 18.00

 

Leygardagin

Suðringar-NSÍ: Jóhan Petur Michelsen kl. 15.00

 

Støðan

KÍ 23

NSÍ 22

AB 21

HB 17

B68 16

Víkingur 15

B36 10

Suðringar 10

Giza Hoyvík 9

ÍF 0

B68 og Giza Hoyvík hava spælt 9 dystir, KÍ og ÍF hava spælt 11 dystir, og hini liðini hava spælt 10 dystir